Hóast teir vunnu eru íslendingar vónbrotnir

Í 1. hávleiki ímóti Eysturríki vóru íslendingar á veg ímóti stórsigri og møguleikanum at røkka OL kvalifikatiónsdysti, men tað endaði við teprum sigri ímóti Eysturríki, sum nú hevur møguleikan at vinna seg í OL kappingina

Jóannes Hansen
24. januar 2024 kl. 16:37

Í hondbólti gongur tað skjótt, og í dag var dysturin millum Ísland og Eysturríki gott dømi um, hvussu skjótt tað kann fara hvønn vegin. Ísland vann 26 – 24 eftir hálvleiksstøðuna 14 – 8.

Eysturríki hevði við sigri møguleika at vinna seg í hálvfinaluna, og Ísland spældi fyri at varðveita møguleikan at kvalifisera seg í OL kappingina, sum í summar verður í París.

Eftir 1. hálvleik var støðan 14 – 8, og tá sá tað heilt ljóst út hjá Íslandi. Fyri at vinna seg fram á triðja plássið í bólkinum og harvið at leggja Eysturríki aftur um seg, var tað neyðugt hjá Íslandi at vinna við í minsta lagi við fimm málum.

Eftir steðgin var talan um stórt íslendskt skammlop. Ísland fótaði sær als ikki eftir steðgin, tá ið Eysturríki tók Ísland aftur. So fótaðu íslendingar sær og vunnu við tveimum málum.

Úrslitið ber við sær, at tað er greitt, at Eysturríki ikki fer at spæla hálvfinalu. Viðvíkjandi møguleikanum at spæla OL kvalifikatión so sær tað soleiðis út, at lítli møguleikin hjá Íslandi at sleppa ígjøgnum OL eygað er, at Ungarn um eina løtu fer at vinna stig frá fronsku favorittunum. Tað tykist sera lítið sannlíkt, men í gjár taptu Danmark og Svøríki, sum vóru favorittar ímóti ávikavíst Slovenia og Norra. Felags fyri Danmark og Norra var, at tey høvdu kvalifiserað seg at spæla hálvfinalu. Tað hevur Frakland eisini.

Klokkan 17 hittast Frakland – Ungarn, og klokkan 19.30 hittast Týskland – Kroatia.

Støðan í bólkinum er tann, at Frakland hevur 8 stig, Týskland hevur 5 stig, Ungarn, Eysturríki og Ísland hava 4 stig og Kroatia hevur 1 stig.