Áðrenn HM í Katar fór av bakkastokki farna sunnudag, høvdu sjey luttakandi lond avtala sínámillum, at liðskipararnir á liðunum skuldu bera eitt ælabogalitt liðskiparaband við tekstinum “One love” undir dystunum til HM. Hetta fyri at stuðla mannarættindafelagsskapum og -virðum.
Men hetta fingu Danmark, Ongland, Týskland og hini londini ikki lov til – uttan so, at liðskiparin, ið ber bandi, verður revsaður við einum gula korti áðrenn dystabyrjan.
Hóttanin frá altjóða fótbóltssambandinum Fifa, hevur eydnast væl higartil, tí enn hevur ongin borið ælabogalitta liðskiparabandið undir HM.
Men tá týska liðið seinnapartin í dag leikti sín fyrsta dyst í HM-kappingini, gjørdu týsku leikararnir vart við sína ónøgd við Fifa.
Tá liðmyndin av týsku leikarunum skuldi takast undan dystinum, hildu allir leikararnir fyri munnin, fyri at vísa sína ónøgd við Fifa. Á sosiala miðlinum Twitter, skrivaði týska fótbóltssambandi, DFB, soleiðis, um friðarliga mótmæli hjá týsku leikarunum:
- At nokta okkum armbandið er tað sama sum at nokta okkum eina rødd.
(Mynd: EPA-EFE/Ronald Wittek)
Hjálpardómarin til dystin millum Týskland og Japan, Zachari Zeegelaar, kannaði liðskiparabandi hjá málmanninum á týska landsliðnum, Manuel Neuer, áðrenn dysturin var bríkslaður ígongd.
Annar hjálpardómarin kannar eftir, um Manuel Neuer hevur OneLove-armbandið, sum leysasøgur søgdu, at hann fór at bera í dystinum í dag (Mynd: EPA-EFE/Friedemann Vogel)
Týska ítróttarráðfrúan, Nancy Faeser, stuðlaði sínum landsmonnum til dagsins dyst. Undir dystinum sat hon millum forsetan í altjóða fótbóltssambandinum (Fifa), Gianni Infantino, og forsetan í týska fótbóltssambandinum (DFB), Bernd Neuendorf.
Eisini hon mótmælti avgerðina hjá Fifa. Á armi hennara sæst ælabogalitta liðskiparabandið, sum liðskiparin á týska landsliðnum ikki slapp at bera undir dystinum.
Týski innanríkisráðharrin, Nandy Faeser, bar nógv umstrídda OneLove-armbandið, hóast hon sat við síðuna av forsetanum í Fifa, Gianni Infantino (Mynd: EPA-EFE/Friedemann Vogel)