Føroysku U18-kvinnurnar vóru væl við í fyrra hálvleiki. Byrjanin var fín, og tíðliga í dystinum vóru tær frammanfyri onkrar løtur í einum hampuliga jøvnum fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 15-13 til Portugal.
Tá seinni hálvleikur var bríkslaður í gongd, sá tað eina løtu út til, at javna gongdin frá fyrra hálvleiki fór at halda fram. Hetta broyttist tó. Portugal kom fram um við seks málum, og sum seinni hálvleikur leið, var málmunurin ongantíð minni enn fýra mál.
Ein stórur munur í dystinum í dag var, at meðan Portugal fekk sett bóltarnar í netið, brendi føroyska liðið nógvar málmøguleikar. Lukka Arge skoraði 10 mál, meðan aðrir profilar á liðnum ikki komu til sín rætt í dag og fingu umsett málmøguleikar til mál.
Hetta var fyrsti dystur hjá U18-kvinnunum til HM-endaspælið í Norðurmakedonia. Í morgin spæla tær móti Danmark klokkan 17.20.
Hesar skoraðu fyri Føroyar í dag:
Lukka Arge 10, Barbara Hammer 3, Maria P. Nólsoy 3, Karina Debes Heinesen 2, Lea Mohr 2, Anna Elisabeth H. Weyhe 2, Bjørg F. Joensen 1, Karin Egholm 1.
Mynd: Hondbóltssamband Føroya