HM-lutakastið verður stroymt

Í morgin verður greitt, hvørju8m Føroyar í mai skulu spæla ímóti um sess í HM endaspælinum um eitt ár

Hondbóltssamband Føroya
26. januar 2024 kl. 18:16

Í morgin, leygardag, tann 27. januar, verður lutakastið til HM play-off dystirnar hjá manslandsliðnum. Lutakastið verður eftir EM-endahátíðarhaldið, sum byrjar kl. 13.00.

Londini eru styrkismett í tveimum pottum, og verður tað ein úti- og heimadystur í viku 19 í mai, sum koma at avgerða hvørji europeisk lond koma víðari til HM-endaspælið, sum verður leikt í Danmark, Noregi og Kroatia.

 

Londini eru styrkismett soleiðis:

Pottur 1:

Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Holland, Spania, Montenegro, Kekkia, Pólland og Norðurmakedonia.

Pottur 2:

Georgia, Serbia, Føroyar, Sveis, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, harumframt vinnararnir av hesum play-off dystum, sum verða leiktir í mars mánaði Slovakia – Ísrael, Estland – Ukraina, Belgia – Italia og Finnland – Litava.

Stroymið lutakastið her:

https://www.youtube.com/watch?v=fEZD1npKskI