Iransku leikararnir fingu nógv pen orð við á vegnum, tá teir fyrr í vikuni, sýttu við at syngja, tá iranski tjóðsangurin varð spældur undan fyrsta HM-dystinum móti Onglandi. Hetta gjørdu leikararnir fyri at vísa sín stuðul til mótmælisgongurnar móti iranska stýrinum, sum seinastu mánaðirnar hava merkt Iran.
Men eftir seinna HM-dystin hjá Iran, er nógv sum bendur á, at iranska stýri hevur givið iranska liðnum greið boð um ikki at mótmæla stýrinum í Iran.
Tað vóru nýggir tónar sum í dag hoyrdust frá iranska leikarunum, tá tjóðsangur teirra varð spældur undan dystinum móti Wales. Hesa ferð tóku allir undir við tjóðsanginum og sungu við.
Tað ljóðar, at fleiri iranskir áskoðarar á Ahmad Bin Ali Stadium svaraðu aftur við at ‘buha’, meðan aðrir vónbrotnir áskoðarar brustu í grát.
Í dag sungu leikararnir við, tá tjóðsangurin varð spældur undan dystinum. (EPA-EFE/Rungroj Yongrit).
Mótmælisgongur í Iran
Síðan tann 22-ára gamla kvinnan Jina Mahsa Amini doyði, meðan hon var í varðveitslu hjá iransku løgregluni í september, hava stórar mótmælisgongur verið móti stýrinum í Iran ymsastaðni í landinum.
Unga kvinnan bleiv handtikin av sonevndu moral-løgregluni, tí at hon, sambært løgregluni, ikki bar høvuðklæði, sum lóggávan í Iran annars sigur. Hennara deyði hevur havt við sær, at kvinnur í øllum Iran hava brent síni høvuðklæði sum mótmæli móti lóggávuni.
Ein søguligur sigur
Fleiri iranskir leikarar fullu niður á vøllin, tá dómarin bríkslaði dystin millum Iran og Wales av. Talan var um ein søguligan sigur, tá iranska liðið vann 2-0 á Wales í dag.
Tað var ein kensluborin løta, tá dómarin bríkslaði dystin av. (Mynd: EPA-EFE/Rungroj Yongrit).
Iransku áskoðararnir máttu tó bíða leingi, áðrenn nakað var at frøast um, tí tað var ikki fyrr enn málverjin hjá Wales, Wayne Hennessey, var vístur av vøllinum í 86’inda minutti, at Iran stutt aftaná legði seg framum.
Dómarin legði níggju minuttir aftrat, tá vanliga leiktíðin var farin, og hetta gagnnýtti Iran til fulnaðar. Fyrst var tað Roozbeh Cheshmi, sum legði Iran á odda við einum dundurskotið. 1-0 til Iran. Og stutt aftaná økti Ramin Rezaeian um iransku leiðsluna, eftir eitt væleydnað iranskt snarálop. 2-0 til Iran, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Iranskur leikari handtikin
Eftir friðarliga mótmæli frá iransku leikarunum til tann fyrra HM-dystin, eru tað fleiri, ið stúra fyri, hvat væntar teimum iransku leikarunum í heimlandinum.
Í dag skrivað fleiri altjóða tíðindamiðlar, millum annað AFP, at tann fyrrverandi iranski landsliðsleikarin, Voria Ghafouri, er vorðin handtikin av iranska stýrinum. Hvørt hetta er fyri at ávarað iransku leikararnar, um hvørjar avleiðingar teirra atburður til HM kann fáa, er óvist.
Tann 35 ára gamli spælarin telist millum kendastu spælararnar í Iran. Hann var partur av hópinum til HM í 2018, men var ikki úttikin hesaferð.
Leikarin var handtikin eftir eina venjing við felagnum Foolad Khuzestan. Hann er ákærdur fyri at dálka umdømi hjá landsliðnum og spreiða propoganda móti statinum.
Fyrrverandi iranski landsliðsleikarin, Voria Ghafouri, er í dag vorðin handtikin av iranska stýrinum. Tað vakti ans, tá hann ikki var úttikin til HM-hópin í ár. (Mynd: EPA-EFE/ALI HAIDER).