HM í inniróðri: Sarita heimsmeistari á 500 metrum

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at Sarita Kristina Hansen er heimsmeistari í inniróðri, eftir at hon knógvaði sínum nærmastu kappingarneytum, vann og setti nýtt persónligt met

Sigurjón Einarsson
23. februar 2021 kl. 13:15

Hon hevur gjørt tað fyrr, og í dag var ikki nógv øðrvísi. Sarita Kristina Hansen úr Miðvági skúgvaði allar hinar til viks, og gjørdist heimsmeistari í inniróðri á 500 metrum við tíðini 1:39,4. Hetta er samstundis nýtt persónligt met hjá Saritu.

Tað varð klokkan 12:03, at kappingin fór í gongd og væl lá fyri hjá Saritu at rógva í Masters-kappingini fyri kvinnur millum 30-39 ár í lættvekt. Hon hevði lagt eina ætlan, og tað sá út sum, at hendan ætlanin varð fylgd allanvegin, meðan Sarita róði. Frøin var heldur ikki til at taka feil av, tá hon kom á mál og tað gjørdist greitt fyri henni, at hon – umframt at vinna – eisini setti persónligt met.  

Tað var í morgun, at HM í inniróðri byrjaði. Føroysku luttakararnir rógva í gomlu hølunum hjá Faroe Fitness.

Til ber at fylgja við í kappingini á Facebook-síðuni hjá Róðrarsambandinum her.