HM í inniróðri: Sarita enn einaferð heimsmeistari

Í gjár setti hon nýtt persónligt met og gjørdist heimsmeistari á 500 metrum. Í dag setti hon aftur persónligt met og gjørdist heimsmeistari á 2000 metrum

Sigurjón Einarsson
24. februar 2021 kl. 12:39

"Same Story, Different Day", sigur enska orðatakið. Og tað sama kann sigast um Saritu Kristina Hansen, sum enn einaferð er heimsmeistari í inniróðri. Hetta gjørdist greitt um døgurðaleitið, tá Sarita vann í sera harðari kapping við hinar rógvarnar av á 2000 metrum við tíðini 07:23,0 í bólkinum kvinnur 30-39, lættvekt.

Og ikki nokk við tí. Enn einaferð setti Sarita persónligt met, so ikki annað kann sigast, at Sarita Kristina Hansen tykist at vera sera væl fyri í hesum døgum, nú HM í inniróðri er á skránni. 

Føroysku luttakararnir rógva í gomlu hølunum hjá Faroe Fitness í Havn.

Til ber at fylgja við í kappingini á Facebook-síðuni hjá Róðrarsambandinum her.