HM-endaspælið í 2026 verður spælt í USA, Kanada og Meksiko. Talið av luttakandi londum fer frá 32 og upp til 48 lond, og kappingin fer at vara í 39 dagar, stendur tað til altjóða fótbóltssamgonguna, FIFA.
Tey 48 landsliðini verða deild upp í tólv bólkar við fýra liðum. Nummar eitt og tvey fara víðari, men tað gera tey átta bestu londini, ið enda sum nummar trý í bólkinum eisini. Tað merkir, at 32 av teimum 48 londunum fara víðari til sekstandapartsfinalunar.
Í núverandi líki hava HM-endaspøl verið við 32 londum, ið eru deild út í átta bólkar, har 16 lið eru farin víðari úr bólkaspælinum.
HM-finalan í 2026 skal eftir ætlan verða spæld tann 19. juli. Enn er ikki greitt í hvørjum býi ella landi finalan verður spæld.
Í alt 16 vertsbýir eru valdir út til HM-endaspælið í 2026, sum verður í Kanada, USA og Meksiko
Kalendaraárið til landsdystir verður stytt
Í fjør upplivdi føroyska A-landsliðið, at liðið spældi fýra landsdystir upp á tíggju dagar, og stendur tað til FIFA, so er hetta nakað, ið vit skulu venja okkum við, tí FIFA hevur avgjørt, at kalendaraárið til landsdystir verður stytt frá 2026 av.
Í ár eru tað fimm tíðarskeið til landsdystir, har tveir dystir eru á skrá hvørja ferð, men frá 2026 at rokna verða bert fýra tíðarskeið sett av til landsdystir. Tað vil siga, at tað verða 16 dagar til at avgreiða fýra landsdystir. Hetta, tí landsdystirnir, sum hava verið spældir í september og oktober, verða lagdir saman í eitt tíðarskeið, sum verður spælt í september ella í oktober.