Hjún geva út lívssøgu teirra

"Vit vóru samd um, at sjálvandi skuldi mín søga eisini lýsast í somu bók sum hansara" sigur Jórun Justinussen

Turið Justinussen
13. november 2018 kl. 14:19

Leygardagin 24. novembur, verður framløga av bókini Í Kjalarvørrinum – Lív okkara, ið Jórun og Osmund Justinussen hava skrivað. Bókin er heldur sjáldsom, tí tað er ikki á hvørjum ári, at ein reiðari og kona hansara geva lívssøgu teirra út alment, har eitt og annað kann vera viðkvæmt

Um minnið svinnur, er gott at eiga lívssøguna, og hon kann vera ein dýrgripur hjá eftirkomarum. Ein orsøk til, at Jórun Justinussen hevur valt at geva sína lívssøgu út er, at hon hevur hugsað nógv um tað umhørvið, hon vaks upp í:

- Trý ættarlið vóru í sama húsi og heilt nátúrliga “hoyrdu saman”. Omma, abbi, mamma, pápi og børnini. Tað er kanska ikki so lætt í dag, at fáa okkara ommubørn at skilja, at tað bar til, og kanska var tað júst tí, at eg helt, at eg skuldi fara at skriva hesa søguna, sum eg av fyrstani tíð bara ætlaði til okkara barnabørn, sigur Jórun Justinussen.

Tey bæði, Jórun og Osmund hava hvør í sínum lagi fest ymiskt á blað úr barna- og ungdómsárum, og fyri tveimum árum síðan, gjørdu tey av, at geva hetta út í bók. Síðsta hálvtannað árið hava tey fullfíggjað søgurnar, so tær nú fevna um lívssøguna hjá teimnum báðum, heilt frá barnsbeini og til nú, tey eru farin um gullbrúdleypsaldur. Lívssøgurnar eru festar í bókina, sum er næstan 400 síður og við nógvum myndum.

Tvær síður av somu søk
Osmund Justinussen f. 1940 vaks upp Á Garði í Leirvík. Bygdin var útróðrar- og fiskimannabygd burturav. Fiskur, bátur og havið dró, og lívið hjá Osmundi Justinussen gjørdist ein long søga við skipum og fiskivinnu við øllum tí, sum tað viðførir. Hetta lýsir Osmund Justinussen við breiðum strokum í bókini. Hann hevði eisini nógv onnur áhugamál, og sjónarmið hansara tykist at vera, at ein heldur skal mistaka seg, enn at sita hendur í favn, tí tað er nógv, sum er eina roynd vert.

- Tá so Osmund var farin at skriva sína søgu heilt frá barnaárunum og fram til dagin í dag, har hann hevur upplivað so ómetaliga nógv við øllum, sum hann hevur verið partur av sum fiskimaður, fiskiskipari, reiðari og vinnulívsmaður við so mongum øðrum samfelagsligum uppgávum, vóru vit samd um, at sjálvandi skuldi mín søga eisini lýsast í somu bók sum hansara, sum partur av somu søk, sigur Jórun Justinussen, kona Osmund. Hon leggur afturat:

- Tað, at so nógvir menn hava lýst sína søgu, uttan at konan er tikin við, meta vit ikki er fullfíggjað. Tí sjálvandi má tað eisini hava nakað av áhuga at vita, hvussu konan hevði tað, og hvat hon hugsaði í ávísum støðum. Tað fall okkum tí rættiliga natúrligt at geva frásagnir okkara út í bók.

Jórun Gunnarsson f. 1943 vaks upp í Mattalág, sum tá var friðsælt stað hjá børnum at spæla í. Her var á ein hátt annað lag enn í Leirvík, men eisini mangt var meinlíkt. Nógv fólk í húsi, mammurnar bundu og seymaðu upp á børnini og eisini í Mattalág var prát um fisk, fiskaprísir og skip, tí pápin samskifti við øll skipini, sum sigldu til marknað í Bretlandi. Húsfólkið í báðum húsunum vóru brøðrasamkomufólk, og í hesum høpinum hittust tey bæði, Osmund og Jórun, sum giftust í 1964, skrivstovukvinnan og sjómaðurin. Hon gjørdist sjómannakona við trimum synum, kona reiðaran og íverksetaran og stóð honum við lið í viðgongd og mótgongd. Jórun hevur við sínum serliga penni lýst barna- og ungdómsár í Mattalág og árini sum mamma og kona á Frælsinum. Stundum er pennurin droymandi, hugleiðandi og stundum hvassur. Tey bæði eru ikki eins av lyndi, og tað sæst týðiliga í hennara áhugaverdu frásagnum.

At skriva egnu lívssøgu
Spurd um, hvussu tað kennist, at skriva og útgeva sína egnu lívssøgu, sigur Jórun Justinussen soleiðis:

- At skriva um meg sjálva er rættiliga rannsakandi. Tað hevur kravt nógv av mær at endavenda lívinum niður á pappír, men samstundis kann eg siga, at tað, sum eg havi skrivað, gevur mær eina uppliving, sum eg frammanundan ikki var varug við, at eg átti.