Hjálparbáturin fekk sjálvur skaða

Hjálparbáturin, sum fór eftir fólki í Koltri endaði sjálvur við skaða

Bryndis Hjartardóttir
16. juni 2020 kl. 16:31

Seinnapartin leygardagin kom Rescue Lív til hjálpar, tá fólk ikki sluppu heim úr Koltri. Silja Star, sum annars sigldi ferðafólk í samband við Koltursdagin, fekk motorskaða og mátti tí takast úr siglingini.

Tað vóru gott 75 fólk, sum skuldu førast yvir um fjørðin. Hetta tók sína tíð, av tí at Lív bert tekur 12 ferðafólk í senn. Ferðaflutningurin til Gomlurætt gekk skjótt og væl, men tá Recsue Lív fór síðsta túr úr Koltri, fór eini aksilin á bjargingabátinum. 

Tað var lukku tíð ikki verri enn, at siglt var við einum motori, fyrst til Gomlurætt og síðani til Havnar. Hetta gekk tó heldur spakuligari fyri seg enn vanligt. 

Hetta hevði við sær, at MRCC fekk boð um, at Rescue Lív ikki er í sigling fyribils. Í løtuni liggur báturin á Mest har aksilin verður skiftur og aðri lutir verða kannaðir.

- Hetta tekur ikki so langa tið, tí vit eru fyrireikaðir uppá slíkar hendingar og eiga ymsar eykalutir inni til hetta. Um alt gongur eftir ætlan er Lív væntandi aftur í sigling í vikuni, sigur Jens Hansen, umboð fyri Havnar Bjargingarfelag.