Somalia er eitt av heimsins fátækastu londum og nú hevur Reyði Krossur í Føroyum, saman við Landsstýrinum, gjørt av at senda 500.000 krónur til Somalia at hjálpa teimum har, sum eru ringast fyri.
Peningurin verður brúktir til eitt lið av heilsurøktarfólki, sum ferðast runt í landinum at hjálpa fólko
Nimo Ali er ljósmóðir og ein lyklapersónur í einum av ferðandi heilsuliðunum hjá Reyða Hálvmána í Somalia.
Tey ferðast runt til fjarskotnu bygdirnar at hjálpa fólki.
Reyði Krossur sigur frá henni, at vanliga ferðast tey til fjarskotnar. Í dag eru tey í einum av teimum bygdunum, sum eru harðast rakt av turki. Turkurin hevur havt við sær, at nógv ikki hava nóg mikið at eta. Tær flestu kvinnurnar, sum eru við barn, hava blóðmangul, og ein stórur partur av børnunum í bygdini eru hungrað og undirfødd.
Reyði Krossur Føroya er ein av teimum felagsskapunum, sum stuðla heilsu-ferðaliðunum í Somalia, sum veita grundleggjandi heilsutænastur og geva heilivág í teimum økjum, har heilsutænastur mangla.
Somalia er rakt av tí ringasta turkinum í áratíggjur, og tað eru mong, sum hava mist síni húsdjór og sostatt sítt lívsgrundarlag.
Saman við samstarvspørtum teirra, ger Reyði Hálvmáni í Somalia alt tað, tey eru ment, fyri at stuðla teimum, sum stríðast, orsakað av turkrinum, sigur Reyði Krossur í Føroyum.