Hjá Martini ræður tað um at vera tolin

Martin Agnarsson var ikki á vøllinum í dag í trivaliga sigrinum ímóti IFK Göteborg, og venjarin sigur, at hann ikki verður við í fyrstu umførunum í landskappingini

Jóannes Hansen
11. februar 2023 kl. 20:19

Í dag legði Viborg FF, sum hevur fyrrverandi B36 spælaran Martin Agnarsson á lønarlistanum, síðstu hond á fyrireikingarnar til seinna partin av hesum kappingarárinum. Fyrsti landskappingardysturin eftir vetrarsteðgin verður annan mánadag ímóti FC Midtjylland.

Tað hevur av álvara vakt ans í Danmark, at Viborg FF í vetrarsteðginum er næstfremst, og í dag vístu teir grønu, at tað skal roknast við teimum. Á venjingarleguni í Spania vann Viborg í dag 3-0 ímóti svenska stórfelagnum IFK Göteborg.

Martin Agnarsson, sum í hinum báðum dystunum á venjingarleguni í Spania hevur átt leiklut – eitt korter ímóti Bodø/Glimt og allar 90 minuttirnar ímóti IFK Norköping – var ikki á vøllinum í dag, og sambært Jacob Friis, sum er venjari í Viborg, so er tað lítið sannlíkt, at Martin Agnarsson næstu vikurnar verður millum teir fyrstu ellivu:

-Martin Agnarsson er nummar fýra millum teir, sum kappast um vongverjuplássini. Hann er langtíðaríløga her í felagnum. Hann hevur verið her í eitt hálvt ár, og hann hevur longu flutt seg langt, nú hann er fulltíðarspælari, og nú hann hvønn dag venur á hægri støði, enn hann higartil hevur gjørt. Og vit vita, at tað býr meiri í honum, og vit rokna við, at hansara tíð fer at koma, men hann er enn ikki búgvin til at vera millum teir fyrstu ellivu, sigur Viborg venjarin Jacob Friis.