Sum vit hava skrivað, ber nú til at keypa ferðaseðil til bil við Smyrli, á internetinum. Men tað merkir eisini, at tey, sum ferðast við bili, skulu nú keypa ferðaseðlar báðar vegir, har tey higartil bara hava keypt ferðaseðil á ferðini av Krambatanga til Havnar.
Men Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hjá ferðafólki til gongu verður alt við tað gamla - í hvussu so er í eina tíð afturat.
Tað merkir, at tey skulu framvegis bara keypa ferðaseðil á veg norðureftir. Niels Juel Arge sigur kortini, at sum frálíður er ætlanin at víðka bíleggingarskipanina so at eisini ferðafólk til gongu keypa ferðaseðil á internetinum. Og tá skulu tey so eisini keypa ferðaseðil hvønn veg.
Hann leggur kortini afturat, at tað verður ikki fyrbils, at tað verður. Nú skulu tey fyrst vita, hvussu hendan skipanin við ferðaseðlum við bilum, roynist og so verður tað eftirmett eina ferð.
Endamálið við at bíleggja ferðaseðil við bili, er fyri at sleppa frá at fara á ferjueleguna so leingi frammanundan fyri at tryggja sær pláss
Hinvegin hava fólk reist spurningin, hvussu tað verður hjá ferðafólki til gongu teir túrar, tá ið nógv fólk ferðast, á jóansøku, á ólavsøku og aðrar slíkar dagar.
Og av Smyrli siga tey, at slíkar dagar hevur tað hent seg, at tey hava verið noydd at steingja landgangin fyri ferðafólki til gongu, tí hann hevur verið fullur.
Sambært Strandferðsluni tekur Smyril, í mesta lagi 975 ferðafólk og tá ið so nógv fólk eru komin umborð, verður stongt fyri.
Samstundis eru tað bara førarin, og børn undir sjey ár, sum ikki rinda ferðaseðil, sum kunnu vera við bilunum, tá ið teir koyra umborð - eisini hóast ferðaseðilin er keyptur á internetinum. Eitt annað undantak eru fylgjara hjá fólki við rørslutarni, sum annars ikki rinda ferðaseðil.
Hinvegin verður sagt av Strandferðsluni, at er talan um fólk, sum eru illa gongd, ella aðrar serliga umstøður, er manningin til at tosa við.
Men niðurstøðan er, at øll ferðafólk til gongu, við teimum heilt fáu undantøkunum, sum eru nevnd oman fyri, skulu fara umborð eftir landganginum.
Og er talan um fleiri fólk, sum, skulu við ein túr, har tað er nógv fólk við, loysir tað seg kanska frægast at verða í góðari tíð fyri at tryggja sær pláss - eisini hóast ferðaseðilin til bilin er keyptur á internetinum frammanundan.