Hitabylgja í Grikkalandi
Millum mongu av heimsins londum, sum í løtuni eru vitni til methita, hava myndugleikarnir í Grikkalandi sent út ávaring um ógvisligan hita.
Rúni Korsgaard
12. juni 2024 kl. 21:30
Millum annað í høvuðsstaðnum Athen er hitin komin upp á 43 hitastig.
Orsakað av hesum, verður víðagitna Akropolis fyribils stongt fyri vitjandi.
Hetta kunnar griska mentalmálaráðið sambært AFP tíðindastovuni.
Afturlatingin av Akropolis er galdandi frá á middegi til klokkan 17, sum er tíðarbilið, tá tað er allarheitast.
Veðurforsøgnin fyri griska meginlandið hevur m.a. eisini havt við sær, at fleiri skúlar eru afturlatnir.
Veðurfrøðingar hava annars ávarað um, at evropeiska summarið aftur í ár kann væntast at gerast brennandi heitt í fleiri londum.