Hildu at eldur var í inni í Sandoyartunlinum

Men orsøkin til roykin var, at tað stóð ov nógv á einum bili

Áki Bertholdsen
27. august 2024 kl. 09:00

Seinnapartin í gjár varð boðað frá royki inni í Sandoyartunlinum og sostatt varð øll tilbúgvingin ávarað. Av tí sama vóru neyðsendarakfør og bjargingarfólk send á staðið - men tað vísti seg skjótt, at talan var ikki um eld.

Løgreglan sigur, at orsøkin til roykin var, at tað stóð ov nógv á bremsunum á einum bili í undanbrekkuni við annan tunnilsmunnan, og at tað var hetta, sum elvdi til roykin.

Á einum fundi um Suðuroyartunnilin varð upplýst, at í undirsjóvartunlum er tann størsti vandin fyri eldsbruna nettupp í brekkunum við tunnilsmunnarnar.

Tað er í samband við stórar og tungar bilar, at tað stendur so nógv á teimum í brekkunum, at í mótbrekku kann eldur koma í motorin og í undanbrekku kann eldur koma í bremsurnar.