Ronnie Thomasen í Havn er ikki longur tjóðveldismaður. Hann sigur nú, at eftir at hann hevur verið tjóðveldismaður í meiri enn 25 ár, hevur hann meldað seg úr flokkinum fyri einum hálvum ári síðani.
Hann varð eisini uppstillaður fyri Tjóðveldi á seinasta býráðsvali og tá varð hann nummar átta á listanum við 120 atkvøðum.
Men á býráðsvalinum í novembur, fer hann at stilla upp fyri Fólkaflokkin.
– Eg kundi ikki góðtaka at mín flokkur setti allan sín politiska kapital aftanfyri at trýsta eina ferðavinnulóg ígjøgnum politisku skipanina, sum bæði gjørdi seg inn á ognarrætt og ræðisrætt hjá teimum, sum varða av jørðini, sigur Ronnie Thomasen.
Tað er ein orsøk til at hann meldaði seg úr flokkinum.
Ein onnur orsøk er, at hann heldur, at hesi seinastu árini hevur Tjóðveldi hevur broytt seg til at verða vinstra-grøn umhvørvisfylking, har loysing og tjóðskaparpolitikkur bara eru eitt av fleiri politiskum málum.
– Føroyar eru serstakar, tí her livur okkara siðararvur við seyðahaldi, fuglaveiðu og grindadrápi lið um lið við nútímans samfelagið. Men nú hevur ferðavinnulóggávan gjørt eitt beinleiðis álop á alla mentan og siðararv, sum hevur við seyð og seyðahald at gera, sigur fyrrverandi tjóðveldismaðurin.
– Og sama frontala álop bleiv gjørt á privata ognarrættin, sum annars verður roknaður sum ein grundsúla í samfelagnum. Lítil ivi er harafturat um, at tað bara er ein spurningur um tíð, til tað næsta álopið verður gjørt, har ferðavinnan krevur at vit skulu gevast við at drepa grind, leggur hann afturat.
– Tey, sum saman við ferðavinnuni gingu á odda fyri hesi ódámligu tilgongd, vóru nakrir sonevndir «náttúru- og umhvørvisaktivistar«.
Men hesa seinastu býráðssetuna hava aðrir náttúru- og umhvørvisaktivistar gjørt um seg í býráðnum, har tað eftir øllum at døma hevur eydnast teimum at selja seg sjálvi sum tað einasta alternativið til verandi býráðssamgongu.
– Fáa slíkir umhvørvisaktivistar lykilin til gróthúsini á Vaglinum aftaná býráðsvalið, verður tað ein dýr søga fyri øll.
– Tí teirra treytaleysa aktivistiska grøna kós fer at leggja ovurstórar byrður á bæði tann vanliga borgaran og á vinnulívið.