Hevur verið ein virkin prestur í 40 ár - og hann er ein frálíkur starvsfelagi

Hann spardi seg ikki, tá ið vit aðrir vóru sjúkir ella burturfrá í longri tíð

Áki Bertholdsen
6. desember 2023 kl. 14:20

Tann 4. desember í ár hevði Emil Olsen 40 ára starvsdag sum prestur í føroysku fólkakirkjuni.

Emil Olsen var prestur á Eiði í góð 35 ár. Hann var virkin í hesi tænastuni og lagaligur at heita á.

Hann var tøkur dag og nátt og spardi ikki seg sjálvan. Emil var starvsfelagi hjá bæði núverandi dómprósti og biskupi ta tíðina, teir vóru sóknarprestar í Eysturoynni, siga Jógvan Fríðriksson, bispur, í eini føðingardagsheilsan frá Fólkakirkjuni.

– Emil fær tað skotsmálið, at hann var ein frálíkur starvsfelagi. Hann spardi seg ikki, tá ið vit aðrir vóru sjúkir ella burturfrá í longri tíð. Tænastan í kirkjuni er grundarlagið hjá Emili Olsen, sigur hann.

Hesi seinastu fimm árini hevur Emil verið stiftsprestur og arbeitt tætt saman við kirkjuleiðsluni. Hann hevur stóra vitan og hevur verið hollur í ráðum, sigur biskupur.

Saman við øðrum legði hann nógva orku í arbeiðið at útvega kirkjuni tær bøkurnar, ið verða nýttar í sambandi við gudstænastur og tær kirkjuligu tænasturnar.

Stiftspresturin heldur gudstænastur runt um í landinum eftir tørvi tá ið prestar eru burturstaddir. Hann hevur eisini verið vikarur, tá ið sóknarprestar hava havt farloyvi, siga tey í biskupsgarði.