Á Myndini er Steinbjørn O. Jacobsen, vinstrumegin, saman við tveimum umboðum fyri Bústaðir, Hjørdis G. Lailudóttir, virkandi stjóra, og Birgiri Samuelsen
Hevur verið á sama arbeiðsplássi í 40 ár
Hann er framvegis fúsur at taka eina hond í tá ið tað krevst
Áki Bertholdsen
8. juli 2024 kl. 13:37
Fríggjadagin var hugnaløta á Bústøðum fyri Steinbirni O. Jacobsen, og tað var tí, at nú hevði hann 40 ára starvsdag.Tað eru 60 ár síðani, at Løgtingið samtykti at stovna Húsalánsgrunnin, sum nú eitur Bústaðir. Steinbjørn fór í starvi á Húsalánsgrunninum tann 1. juli í 1984, og síðani hevur hann arbeitt har sum metingarmaður og húsavørður.
Tey ásanna, at nógv er broytt hesi árini, men tey siga eisini, at Steinbjørn hevur verið ein trúfastur partur av broytingunum, og hann hevur ábyrgdarfult og við hegni, í góðum samskifti og samstarvi røkt sítt starv øll árini, og framvegis er Steinbjørn altíð klárur at rætta eina hjálpandi hond, tá á stendur.