Hevur tú lagt til merkis hesar bláu og grønu fýrakantarnar á sosialum miðlum? Her er frágreiðingin

Upp á eitt ár hevur spælið Wordle fingið tvær milliónir brúkarar. Spælið er einkult, hevur ongar lýsingar og so er ein serlig avmarking innbygd

Sigurjón Einarsson
17. januar 2022 kl. 15:50

Seinastu vikurnar hava uppsløg verið at sæð á Twitter og Facebook, har tú einans sært nakrar bláar og grønar fýrakantaðar.

Hóast tað ikki sær út av miklum, so tykist áhugin fyri spælinum Wordle vera alsamt vaksandi.

Upp á eitt ár hevur spælið, sum er eitt einkult orðaspæl, upplivað, at fleiri brúkarar leggjast afturat, tí síðan á heysti í fjør – frá 90 dagligum brúkarum í november í 2021, 300.000 í byrjanini í januar og nú yvir tvær milliónir brúkarar seinasta vikuskiftið. Samstundis hevur spælið fingið rúmd í so stórum miðlum sum eitt nú í The New York Times, The Guardian.

Josh Wardle, ein software-mennari úr Brooklyn, gjørdi Wordle-spælið til sín sjálvs og sín maka, sum elskar orðaspøl. Eftir at parið hevði spælt hetta spælið í nakrar mánaðir, vildi familjan eisini sleppa upp í part – og restin er søga.

Seinastu tíðina eru alsamt fleiri, ið eru byrjaði at spæla hetta spælið, og afturvendandi reaktiónin er, at hetta spælið ikki verður órógvað av lýsingum og er samstundis ókeypis – í andsøgn við piratútgávurnar, sum sjálvandi eisini hava stungið seg upp. Samstundis hevur Wordle-orðaspælið eina innbygda funktión, at til ber at spæla spælið bert eina ferð um dagin. Hetta fyri at forða fyri, at spælarar gerast bundin av spælinum.

Í og við, at Wordle gerst alsamt meira væl umtókt, so eru tað komin onnur spæl, ið antin kalla seg wordle ella nakað líknandi, men eru ikki ókeypis, eins og tað rætta Wordle er.

Wordle, sum kann spælast her, brúkar ensk orð, men nú er eisini ein donsk útgáva komin av spælinum – ert tú heldur til tað – so finst tað á wørdle.dk, sum brúkar grønar og appilsingular litir í spælinum.

Eingin føroysk útgáva av spælinum hevur verið at sæð enn.