Fyrra hálvár í ár hevð Norðoya Sparikassi eitt avlop upp á 25 milliónir. Tað er væl meiri enn fyrra hálvár í fjør, tá ið yvirskotið var 16,9 milliónir.
Norðoya Sparikassi sigur, at í høvuðsheitum stavar framgongdin frá, at inntøkurnar av rentum eru hækkaðar, men virksemið er eisini vaksið.
– Sparikassin er nøgdur við gongdina fyrra hálvár 2024, sigur Marner Mortensen, stjóri, í tíðindaskrivi.
Fyrra hálvár í ár hækkaðu tlánini úr sløkum 2,183 milliardum upp í 2,223 milliardir. Tað svarar til ein vøkstur upp á 41 milliónir, ella 1,9 prosent.
Vøksturin stavar serliga at sparikassin hevur fíggjað fleiri bústaðir.
Innlánini øktust úr 2,607 milliardum, upp í 2,675 milliardir og tað er ein hækking upp á 68 milliónir, ella 2,6 prosent.
– Innlán við uppsøgn eru ein vaksandi partur av innlánum, og alsamt fleiri kundar binda peningin og fáa harvið hægri rentu, sigur Sparikassin.