Hesar dagarnar, Løgtingið hevur viðgjørt ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, fekk ætlaði Suðuroyartunnilin rættiliga nógva umrøðu.
Sum vit skrivaðu í gjár staðfesti Karlot Hergeirsson, tinglimur fyri Framsókn, at nú sleppa tinglimir ikki undan at taka eitt gróthart val, og tað er at taka støðu til, hvørjar íløgur skulu gerast nú, og hvat skal bíða, tí Suðuroyartunnil, Tjóðleikhús, nýtt Fróðskaparsetur, og ymiskt annað, kann ikki gerast ísenn.
Og tað er Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, samdur í. Hann vísir á, at Suðuroyartunnilin er tann seinasta, stóra samferðsluíløgan, vit hava eftir í arbeiðnum at binda tey stóru økini í landinum saman.
Fólkatalið í Suðuroynni er størri enn fólkatalið í Vágum og Sandoynni tilsamans og tað er alneyðugt at vit knýta Suðuroynna upp í meginøkið, sigur hann.
Og hann heldur at Suðuroyartunnilin er tað fyrsta, sum skal gerast. Tá ið hann er gjørdur, skal eg gleðiliga taka undir við at gera Tjóðleikhús og Fróðskaparsetur, segði Hans Jacob Thomsen.
Hann er av teirri sannføring, at tunlar, serliga undirsjóvartunlarnir, eru av størstur og bestu javningartiltøkum, sum kunnu gerast í okkara samfelag. Tí við at binda landið saman, fáa vit atgongd til størv allastaðni í landinum, sama hvar vit annars búgva, og samstundis fær vinnan betri atgongd til arbeiðskraft.
– Møguleikarnir hjá okkum at flyta okkum, ikki bara innanlands, men eisini ímillum lond, er ein fortreyt fyri at hava eitt vælvirkandi samfelag, sigur Hans Jacob Thomsen.
Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at tað er blóðskeivt at seta Suðuroyartunnilin upp ímóti haldførinum í samfelagnum. Tvørtur ímóti hava allar samferðsluútbyggingar bøtt um haldførið og útrokningar vísa, at tað fer Suðuroyartunnilin eisini at gera.
Høgni Hoydal tingmaður fyri Tjóðveldi, sigur, at Suðuroyartunnilin er ein partur av tí framtíðarætlan, sum hevur ment hetta samfelagið til tað, vit eru í dag.
Men hann er samdur í, at Suðuroyartunnilin skal brúkast sum jarnbrot fyri at seta eina skipan í verk, sum forðar politiska myndugleikanum at brúka meiri pening enn vist. Tað merkir, at íløgurnar skulu raðfestast, so at vit
– Tað ber væl til at gera Suðuroyartunnilin, samstundis sum at vit leggja eina langtíðarætlan, við íløgum í mentan og alt annað, heldur Høgni Hoydal.