Hetta verður tann næsti tunnilin í Føroyum

Játtar Løgtingið pengar, kann arbeiðið byrja næsta summar

Áki Bertholdsen
21. november 2023 kl. 09:00

Nú tunlasjakkið hjá Landsverki hevur borað seg ígjøgnum Dalstunnilin, er tað ein spurningur, hvat so skal henda.

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, tað næsta arbeiðið, sum liggur í kortinum hjá tunlasjakkinum, er at gera tunnil til Tjørnuvíkar. Sostatt er Tjørnuvík næsta bygdin, sum stendur fyri tørni at fáa tunnil. Men hann leggur afturat, at treytin er sjálvsagt, at Løgtingið játtar pening til endamálið.

Landsstýrismaðurin sigur, at Landsverk hevur arbeitt við eini loysn, har byrjað verður norðan fyri Marmaskallará og kemur út í dalinum í Tjørnuvík.

Eftir at hava tosað við eitt nú Tjóðsavnið, er gjørt av at flyta linjuna nakrar metrar í Tjørnuvík, fyri at fornminnini í bygdini skulu ganga frí.

Ætlanin er at tekna verkætlanina lidna tíðliga næsta ár og tá verður umsókn eisini send friðingarnevndini um loyvi at gera verkætlanina.

Mett verður tí, at loyvi til verkætlanina kunnu verða avgreidd næsta summar og tá ber eisini til at fara undir at rigga byggiplássið til.

Landsverk mælir kortini til, at tunlasjakkið ger seg heilt lidnan í Dalstunlinum, áðrenn flutt verður til Tjørnuvíkar. Kortini kunnu smærri fyrireikingar gerast.

Dennis Holm sigur, at hetta er serliga galdandi, um trupult verður at finna fígging til verkætlanirnar, tí tá er betri at royna at gera tað koyrandi ígjøgnum Dalstunnilin, áðrenn farið verður undir Tjørnuvíkartunnilin.
byrjar her. Skal arbeiðið byrja í næsta ár, mugu einar 10 – 15 milliónir játtast til at gera byggiplássið klárt.