Føroyameistararnir og steypavinnararnir úr SÍ í kvinnuflogbólti, fara at skriva føroyska flogbóltssøgu í heyst.
SÍ hevur nevniliga gjørt av at melda sterka kvinnuliðið til evropeisku Challenge Cup-kappingina. Hetta er fyrstu ferð, at føroyskt flogbóltsfelag tekur hetta stóra stigið at melda lið til eina evropeiska CEV-kapping, sigur Flogbóltssambandið.
CEV skipar fyri trimum kappingum fyri lið. Talan er um CEV Champions League, CEV Cup og CEV Challenge Cup.
Champions League er tann sterkasta kappingin, har meistararnir úr teimum ymisku londunum eru við og har tær sterkastu tjóðirnar sum Italia, Póland, Serbia, Turkaland, Belgia, Frakland og Týskland hava meira enn eitt pláss.
Síðani kemur CEV Cup, sum til 2000 var kapping fyri steypavinnarar. Hetta er ein kapping fyri lið í teimum sterkastu tjóðunum í Evropa, sum ikki spæla í Champions League.
Triðja lagið er Challenge Cup, har flestu tjóðir hava atgongd, og har meistararnir, sum ikki melda til Champions League, ofta eru við.
Føroyar kunnu vera við í Champions League og í Challenge Cup, og SÍ tekur nú av møguleikanum og meldar til í Challenge Cup.
Lutakast, um hvørjum liði SÍ skal møta, verður 19. juli og leiktir verða ein útidystur og ein heimadystur. Dystirnir verða helst í oktobur og novembur og vinnarin heldur síðani fram í næsta umfari.
– Ongin ivi er um, at fyri føroyskan flogbólt hevur tað sera stóran týdning, at SÍ tekur hetta stigið og slóðar fyri altjóða luttøku fyri føroysku feløgini, sigur Flogbóltssambandið.