Í gjárkvøldið varð tað greitt, at tað vera Frakland og Danmark, sum í annaðkvøld fara at spæla finalu í EM kappingini í hondbólti.
Undan kappingarbyrjan vóru Danmark og Frakland roknað at vera størsta favorittarnir, og triðja stóra hondbóltstjóðin at eiga møguleika at røkka langt, var Svøríki.
Í gjárkvøldið var vónbrotið í Svøríki øgiligt, tá ið sviar vóru á gáttini at vinna seg í finaluna, men í síðsta sekundi mistu sigurin, og so var neyðugt við umdysti, áðrenn Frakland vann finaluplássið við 34 – 30 sigri. Sviar kærdu um fríkastið, sum bar javnleik við sær, men kæran var avvíst.
Danmark – uttan Jóhan á Plógv Hansen á listanum – vann 29 – 26 ímóti Týsklandi. Hetta er fyrsta ferðin í 10 ár, at Danmark er partur av EM finalu í manshondbólti.
Nú verður sætta stóra finalan millum Danmark og Frakland fyrireikað.
Fyrsta finalan var í HM kappinini í 2011. Tá vann Frakland í Malmø 37 – 35.
Onnur finalan var í EM kappingini í 2014. Tá vann Frakland í Herning 41 – 32.
Triðja finalan var í OL í 2016. Tá vann Danmark í Rio 28 – 26.
Fjórða finalan var í OL í 2021. Tá vann Frakland í Tokyo 25 – 23.
Og so var tað HM finalan í 2023. Tá vann Danmark í Stokhólmi 34 – 29.
Finalan í EM endaspælinum millum Fakland og Danmark verður sunnudagin klokkan 16.45 í Køln.
Í teimum átta dystunum, sum Danmark higartil hevur spælt í hesum endaspælinum, hevur Jóhan á Plógv Hansen verið á spælaralistanum í trimum dystum.