Føroyar vunnu í kvøld fyrru finaluna um pláss í HM endaspælinum í januar 34 – 27 ímóti Norðurmakedonia. Hálvleiksstøðan var 18 – 14.
Føroyski venjarin Peter Bredsdorff-Larsen staðfestir í samrøðu við Kringvarp Føroya, at enn er hundurin ikki meiri enn hálvbardur:
-Men vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir við avrikið – bæði í álopi og ikki minni í verju. Teir vóru fokuseraðir alla tíðina, og tað er fyrsta treytin, at teir eisini vera fokuseraðir, tá ið vit sunnudagin fara at spæla í Skopje í Norðurmakedonia. Har vita vit, at talan verður um øgiligan róm og trýst frá áskoðarunum, og eg kann ikki annað enn rósa okkara áskoðarum fyri teirra leiklut í kvøld. Hann var heilt framúr, ja stuttsagt verður hann ikki betri, enn hann var í kvøld, sigur Peter Bredsdorff-Larsen landsliðsvenjari.
Longu í morgin fara føroyingarnir undir fyrireikingarnar til seinna dystir, sum verður seinnapartin sunnudagin í norðurmakedoniska høvuðsstaðnum. Tá verður tað greitt, um tað vera Føroyar ella Norðurmakedonia, sum eftir ársskiftið fara at luttaka í HM endaspælinum.
Útgangsstøðið hjá Føroyum er gott. Men venjari og spælarar eru samdir um, at tað ræður um at hava fokus á hesi einu avbjóðingini, og at støðan frá dystarbyrjan er málleysur javnleikur. Í hondbólti er skjótt at vinna sjey mál.