Hetta verður ein kollvelting fyri føroyska sjóvinnu

Tá ið nýggja dokkin á Skála er liðug, kunnu øll føroysk skip, uttan Norrøna, sleppa á beding í Føroyum

Áki Bertholdsen
30. august 2024 kl. 15:35

Skipasmiðan, Mest hevur fingið øll loyvi til vega til at gera nýggja turrdokk á Skála.

Eitt samt býráð í Runavíkar Kommunu gav í gjárkvøldið Mest byggiloyvi at gera turrdokk á Skála. Samstundis hevur Mest eisini gjørt sáttmála við Articon um at standa fyri arbeiðinum.

Sostatt er nú klárt at byrja arbeiðið, sigur Mest í tíðindaskrivi.

Men upprunalig ætlanin er broytt, tí nú er dokkin flutt 50 metrar í ein landnyrðing, út á sjógv, burtur frá bygdini. Samstundis verður bryggjukanturin fluttur 50 metrar longur út. Nýggja dokkin verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 12 metrar djúp.

Hetta verður ein kollvelting fyri føroyska sjóvinnu, tí nú kunnu øll skip í Føroyum, uttan Norrøna, sleppa á beding í Føroyum.

Dokkin verður liðug um tvey ár - men tey vilja ikki siga, hvat hon kostar.