Hetta var upp á føroyska mátan

Eyðun Klakstein rósar sínum monnum fyri at stríðast og varðveita verjuskipanina

Jóannes Hansen
6 tímar síðan

Tað er ógvuliga gott í føroysku leguni í armenska høvuðsstaðnum Jerevan.

Føroyar vunnu í kvøld 1-0 í Nations League dysti. Hetta er fyrstu ferð í meiri enn fýra ár, at Føroyar vinna kappingardyst á útivølli.

Hetta var fyrsti dystur hjá Eyðuni Klakstein sum landsliðsvenjari, og hann stórfegnast.

-Vit stríddust upp á tann føroyska mátan, og tað var ein sera góð kensla at síggja spælararnar tveita seg og ofra seg fult og heilt. Nú er ein dystur eftir. Hann verður í Norðurmakedonia sunnudagin, og tá hava vit møguleika at vinna trý stig aftrat og í hvussu so er at sleppa undan at flyta niður, sigur venjarin, sum veit væl, at avrikið undir havt verið meiri polerað, enn tað var:

-Vit spældu lítið, og vit megnaðu ikki at hava tamarhald á bóltinum og spælinum. Tað bar við sær at tað vóru ov nógvar støður í okkara brotsteigi, men tað var sjáldan, at talan var um upplagdar málmøguleikar, og so bjargaði Teitur Matras Gestsson væl, tá ið teir royndu seg úr stórari fjarstøðu, sigur Eyðun Klakstein, sum er serliga væl nøgdur, at tað eydnaðist at varðveita skipanina í verjuspælinum:

-Spælararnir hildu seg til tað, sum frammanundan varð avrátt, og tað bar við sær, at tá ið talan var um returbóltar, og tá ið bólturin datt niður, so vóru vit teir fyrru á bóltinum, og tað hevði alstóran týdning, sigur Eyðun Klakstein.