Hetta var torførari og hugaligari enn áður

U-21 landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein fegnast um, hvussu nógvir spælarar spæla fast í bestu deildini

Jóannes Hansen
26. august 2024 kl. 12:15

Hósdagin 5. september fara Føroyar at spæla U-21 EM undankappingardyst á útivølli í Kroatia, og týsdagin 10. september klokkan 17.30 verður heimadystur í Klaksvík.

Á tíðindafundi í FSF húsinum í morgun boðaði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari frá, hvørjum spælarum hann hevur sent boð eftir. Millum spælararnar, sum hava verið fastir menn á liðnum, og sum ikki eru á listanum hesa ferð, eru Samuel Johansen Chukwudi, sum er fluttur á A-landsliðið og álopsspælarin Áki D. Samuelsen úr hB, sum er skaddur. Nýggir spælarar eru NSÍ miðvallarin Beinir Nolsøe og Leivur Fossdal Guttesen, sum fríggjakvøldið var sera eyðsýndur, tá ið HB í Sarpugerði vann seg í steypafinaluna.

-At úttaka liðið hevur verið bæði torførari og hugaligari, enn tað áður hevur verið, tí tað eru nógvir spælarar, sum eru væl fyri. Teir eru fleiri, sum regluliga spæla í bestu deildini, enn tað hava verið, og nú eru tað fleiri, sum av álvara hava víst seg fram, so tað er hugaligt, sigur Eyðun Klakstein U-21 landsliðsvenjari.

Higartil hava Føroyar vunnið sjey stig í hesi EM undankappingini, og landsliðsvenjarin heldur, at tað eru møguleikar fyri at vinna uppaftur fleiri stig.  

 

Málmenn          

Ári Petersen KÍ

Jóannes Davidsen EB/Streymur

 

Verjuspælarar

Gullbrandur Øregaard Sandnes ULF Norra

Børge Petersen KÍ          

Ási Dam HB

Elias Rusborg Hvidovre IF Danmark

Martin Agnarsson Viborg Danmark

Bergur Poulsen EB/Streymur

                

Miðvallarspælarar

Noah Mnenéy HB

Aron J. Ellingsgaard Víkingur

Heini F. Sørensen Thisted FC Danmark

Ejvind R. Mouritsen HB

Beinir Nolsøe NSÍ

Jens Erik L. Bruhn EB/Streymur

 

Álopsspælarar

Poul Kallsberg Víkingur

Jørgen Nielsen Víkingur

Olaf Bárðarson Víkingur             

Gutti Dahl-Olsen B36

Leivur F. Guttesen HB