KÍ vann í kvøld 2-1 á Tórsvølli ímóti FK Borac úr Bosnia Hersegovina. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. KÍ spælararnir fegnast um, at tað eydnaðist at vinna, men samstundis siga teir seg harmast um, at tað ikki í seinna hálvleiki, tá ið gestirnir vóru undirmannaðir, eydnaðist at økja um leiðsluna, so tað í næstu viku hevði verið at givið av, tá ið KÍ fer niður til Bosnia.
-Vit tosaðu undir steðginum um, hvussu vit skuldu gera, men tað gekk illa at útinna tað, sum vit høvdu avtalað, sigur miðvallarin Hallur Hansson í samrøðu við FM1 útvarpið.
-Vit sóu skjótt, at hetta var eitt lið, sum vit væl høvdu møguleika ímóti, og so skoraði Páll A. Klettskarð til 1-0. So klossaðu vit eitt ófatuliga undarligt sjálvmál ígjøgnum, men tíbetur var Kristoffer Ødemarksbakken við uppá fína frísparkskombinatión hjá Árna, og so var 2-1 til okkum. Men eftir steðgin gekk samanspælið leingi ikki so væl. Teir skulu eiga rós fyri, at teir vardu væl, hóast teir vóru 10 ímóti 11, og vit mugu arbeiða við at vera skarpari í álopspartinum, enn vit vóru í seinna hálvleiki. Tað verður torført, men vit hava mót um, at tað fer at bera til næsta hóskvøld, sigur Hallur Hansson.
Sunnudagin fer KÍ at spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti ÍF. Nú er fokus á tí dystinum, og so verður farið undir fyrireikingarnar til ferðina suður á Balkan hálvoynna.
Í kvøld var miðvallarin Albert Ejupi leikbannaður. Teir vóna eisini, at Odmar Færø í næstu viku verður nóg birgur at spæla. Hann hevur seinastu dagarnar verið argaður av skaða í økslini.
KÍ – FK Borac úr Bosnia Hersegovina 2-1 (2-1)
Europa League 3. umfar fyrri dystur
1-0: Páll A. Klettskarð 10.
1-1: Sjálvmál 31.
2-1: Kristoffer Ødemarksbakken 36.
Hósdagin 8. august 2024 kl. 18.00 á Tórsvølli
Dómarakvartett úr Kekkia: Marek Radina, Matěj Vlček, Lukas Machac og Jan Všetečka (4. dómari)
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Heini Vatnsdal (Børge Petersen, 37.) Alexander Berntsson, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen (Deni Pavlovic, 76.), Hallur Hansson (Joseph Michael Williams, 77.), Kristoffer Ødemarksbakken (Pætur J. Petersen, 88.) – Páll A. Klettskarð
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Mads Bo Mikkelsen, Dan í Soylu, Odmar Færø, Ahmed Latif
Gult kort: Céderic Yambéré, Børge Petersen,
Venjari: Espen Haug
FK Borac; Damjan Shiskovski – Zoran Kvržić, Bart Mejers, Jurich Carolina, Sebatián Herera – Srdjan Grahovac, Dino Skorup (Aleks Pihler, 65.) – Enver Kulasin (Damir Hrelja, 82.), Stefan Savic (Marko Vukovic, 37.), Nikola Sreckovic (David Cavic, 65.) – Jovo Lukic
Gult kort: Jovo Lukic, Daman Shishkovski
Reytt kort: Sebastián Herrera 33. (beinleiðis reytt)
Venjari: Mladen Zizovic