Um eina viku verður fyrsti triðingurin í ársins landskapping av. Tá fara øll at hava spælt ímóti øllum, og tá verður grundarlagið gott at gera upp, hvussu liðini eru fyri í kappingini um FM og Europa og í kappingini fyri at sleppa undan at flyta niður.
ÍF og B68 hava framvegis ikki vunnið. Úrtøkan hjá teimum er eitt stig í part, og støðutalvan sigur, at tað serliga eru hesi bæði feløgini, sum eru illa sperd í botninum. Annað mánakvøld fara hesi bæði at seta punktum fyri fyrsta triðinginum, tá ið ÍF á Svangaskarði verður gestur hjá B68.
Í dag tapti ÍF 2-1 á heimavølli ímóti Skála, sum við tveimum sigrum og einum javnleiki í trimum teimum seinastu dystunum av álvara hevur tikið seg burtur frá botninum.
Tað plagar oftast at vera soleiðis, at í hvussu so er annar av uppflytarunum flytur niður aftur. 2024 sær út til at vera eitt av árunum, tá ið báðir uppflytararnar fara at standa seg væl. Í gjár vann NSÍ 2-1 á útivølli ímóti grannunum í B68. NSÍ hevur 15 stig og hevur onga orsøk at hugsa um hóttanina av niðurflyting, og Skála er níggju stig og betri málmun frá liðunum undir strikuni. Tað vil siga, at tað skulu í hvussu so er fýra umfør til hjá teimum niðastu at fáa Skála aftur, og tað kennist vera sera lítið sannlíkt.
Trý tey fremstu vunnu fulla úrtøku. Í dag var tað undirhald og spenningur og dramatikkur og alt tað, sum býr í einum góðum fótbóltsdysti, tá ið tað var grannauppgerð í Gundadali.
Hóast B36 størsta partin av tíðini var omaná, og hóast B36 spældi seg til størru málmøguleikarnar, so var tað HB, sum vann 2-1. Úrslitið ber við sær, at tað eru 10 stig frá HB á næstfremsta plássi og aftur til B36, ið er á fimta plássi.
Møguleikin hjá B36 at vinna europeiskt atgongumerki hongur í steypakappingini. Har fær B36 hóskvøldið í fjórðingsfinaluni vitjan av NSÍ.
Víkingur vann leygardagin við Margáir fyri 21. ferð á rað. Víkingur hevur eftir átta umfør 24 stig, og mikukvøldið verður AB mótstøðuliðið í fjórðingsfinalu í steypakappingini í Sarpugerði í Gøtu.
KÍ avrikið í 2-0 heimasigrinum ímóti 07 Vestur í gjár var ikki so øgiliga sannførandi. Klaksvíkingar fegnast um, at tað annað vikuskiftið á rað eydnaðist at halda málið reint.
KÍ er ikki partur av steypakappingini, og nú er fokus hjá trífalda meistaraliðnum sunnudagurin um eina viku, tá ið Víkingur verður gestur í Klaksvík. Úrslitið í tí dystinum verður rættiliga avgerandi fyri, hvat dagsskráin hjá KÍ verður restina av árinum.
KÍ – 07 Vestur 2-0 (0-0)
1-0: Céderic Yambéré 73.
2-0: Páll A. Klettskarð 89
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
ÍF – Skála 0-2 (0-2)
0-1: Karl Martin Johansen br
0-2: Ragnar Skála
Dómari: Alex Troleis
B68 – NSÍ 1-2 (1-0)
1-0: Bartal Páll Klein br 14.
1-1: Búi Egilsson 82.
1-2: Dion B. Splidt 94.+
Dómari: Kári J. á Høvdanum
EB/Streymur – Víkingur 1-3 (0-1)
0-1: Finnur Justinussen 28.
0-2: Árni Nóa Atlason 61.
1-2: Andras Ó. Olsen 85.
1-3: Martin Klein Joensen 91.+
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
HB – B36 2-1 (1-0)
1-0: Jacob Johansson
1-1: Mattias Hellisdal
2-1: Leivur Fossdal Guttesen
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur | 8 | 8 | 0 | 0 | 24 | 4 | 24 |
HB | 8 | 7 | 0 | 1 | 17 | 6 | 21 |
KÍ | 8 | 6 | 0 | 2 | 17 | 6 | 18 |
NSÍ | 8 | 5 | 0 | 3 | 16 | 11 | 15 |
B36 | 8 | 3 | 2 | 3 | 15 | 13 | 11 |
07 Vestur | 8 | 3 | 2 | 3 | 10 | 13 | 11 |
Skála | 8 | 3 | 1 | 4 | 13 | 14 | 10 |
EB/Streymur | 8 | 1 | 1 | 6 | 10 | 16 | 4 |
B68 | 8 | 0 | 1 | 7 | 4 | 17 | 1 |
ÍF | 8 | 0 | 1 | 7 | 7 | 33 | 1 |
Løgmanssteypið
Mikudagin 8. mai
Víkingur – AB: Alex Troleis kl. 18.00
Hósdagin 9. mai
EB/Streymur – HB: Jákup Øssursson Mohr kl. 16.00
B36 – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
TB – B68: Rúni Olsen kl. 14.00
9. umfar
Sunnudagin 12. mai
KÍ – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Mánadagin 13. mai
NSÍ – 07 Vestur: Rani A. Skaalum kl. 18.30
Skála – HB: Bjarki Danielsen kl. 18.30
B36 – EB/Streymur: Rúni Gaardbo kl. 19.00
Týsdagin 14. mai
B68 – ÍF: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00