Hetta var framum alt ein arbeiðssigur

Víkingarnir ásanna, at teir ofta hava spælt betur, enn teir gjørdu í kvøld, og teir geva mótstøðumonnunum í B36 gott skoðsmál fyri avrikið, sum tó ikki bar á mál

Jóannes Hansen
12. august 2024 kl. 22:50

Víkingur vann í kvøld 2-1 í Gundadali ímóti B36 í síðsta dystinum í øðrum triðingi av hesum kappingarárinum.

Sigurin ber við sær, at Víkingur hevur 51 stig, og at tað eru seks stig frá FM favorittunum og aftur til næstu avbjóðararnar í HB.

Víkingur var omaná í fyrra hálvleiki, sum endaði við brotssparki til Víking og 1-0 máli, sum Atli Gregersen skoraði. Sølvi Vatnhamar plagar at taka sær av brotsspørkunum, men tað var ímóti honum, at brotsspark varð gjørt, og tá varð hann so mikið skaddur, at hann noyddist av vøllinum.

Eftir steðgin var B36 væl betur við, og tað eydnaðist miðvallaranum Anton Søkberg at javna til 1-1, tá ið ein tími var farin. Uppspælið var í høgru, og Marius Kryger Lindh legði út frá baklinjuni.

-B36 spældi væl og pressaði okkum serliga í seinna hálvleiki. Tá ið tað ikki ber til at fáa spælið at rigga soleiðis, sum tað ofta plagar at gera, so er neyðugt at vísa góðan hugburð og leggja nógv fyri, og tað gjørdu vit í kvøld, og tað bar úrtøku við sær, segði miðverjin Arnbjørn Svensson í samrøðu við Trygva Absalansen í FM1 útvarpinum.

29. apríl var tað øgiligt vónbrot hjá B36, tá ið tað á heimavølli endaði 3-3 ímóti ÍF. Ta ferðina noyddist landsliðsspælarin Anrdass Johansen av vøllinum longu í 17. minutti. Tað vísti seg, at hann hevði brotið beinið, og síðani hevur hann ikki verið at sæð á B36 liðnum. Inntil í kvøld tá ið hann varð skiftur inn í 72. minutti.

-Nú fái eg vant saman við liðfeløgunum. Dystarformurin kemur av at spæla, og eg haldi, at tað var so mikið gott hjá okkum eftir steðgin, at vit áttu at havt vunnið eitt stig. Um vit halda fram soleiðis, sum vit spældu í seinna hálvleiki, so fara vit heilt víst at vinna fleiri stig. Hvussu langt tað fer at røkka á støðutalvuni, fáa vit at síggja, segði Andrass Johansen í kvøld í samrøðu við FM1 útvarpið.

Næsti dystur hjá B36 verður sunnudagin á útivølli ímóti ÍF. B36 og ÍF hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Fyrru ferðina endaði tað 3-3 í Gundadali, og seinnu ferðina endaði tað 4-3 til B36 í Fuglafirði. Ta ferðina skoraði Mattias Hellisdal, sum í kvøld var leikbannaður, 4-3 sigursmálið í tíðini, sum dómarin legði aftrat.

B36 – Víkingur 1-2 (0-1)

0-1: Atli Gregersen br 45.+4.

1-1: Anton Søjberg 59.

1-2: Atli Gregersen br 66.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson, Fabian O. Ness – Marius Kryger Lindh, Jelle van der Heyden, Anton Søjberg, Bjarki C. Nielsen – Gutti Dahl-Olsen, Zean Peetz Dalügge

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Finnur Justinussen, Olaf Bárðarson

Víkingur

18

17

0

1

55

8

51

HB

18

15

0

3

40

13

45

18

14

0

4

38

17

42

NSÍ

18

11

1

6

43

22

34

B36

18

7

5

6

38

31

26

07 Vestur

18

6

3

9

22

40

21

B68

18

3

5

10

13

32

14

Skála

18

4

2

12

18

39

14

EB/Streymur

18

3

1

14

15

39

10

ÍF

18

0

3

15

15

56

3