Eitt av fokuspunktunum undan U-21 landsdystinum ímóti Hvítarusslandi í kvøld var, at mótstøðuliðið ikki skuldi skora mál.
-Tá ið vit fóru at hvíla okkum, vistu vit, at um tað í seinna hálvleiki eydnaðist at halda tætt, so fóru vit at vinna, tí vit vóru frammanfyri 1-0 við málinum, sum Noah Mnenéy stútaði, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki, sigur Eyðun Klakstein, og hann heldur fram:
-Í løtum spældu vit væl, og so var tað avgerandi, at spælararnir alla tíðina vístu góðan hugburð og ofraðu seg. Vit vunnu okkum til onkrar góðar kontrastøður, sum vit ikki fingu nóg nógv burturúr. Sum seinni hálvleikur leið, varð trýstið alt størri í okkara brotsteigi. Hvørja ferð, tá ið vit hava verið saman, hava vit vant og vant støður, tá ið tað er stórt trýst á okkum, og í kvøld vístu vit tað, sum vit hava megnað undir venjing, sigur Eyðun Klakstein.
Tá ið U-21 landsliðsvenjarin verður spurdur, um hann er nøgdur við 10 stig í hesi kappingini, so svarar hann:
-Sum kappingin er liðin, so er hetta avgjørt góðtikið. Undan kappingarbyrjan settu vit okkum sum mál at seta met í stigum og tað vil siga at vinna fleiri enn 11 stig, sum jú er metið. Tá ið vit nú hava talt saman, so spøkir heimadysturin ímóti Andorra. Tað var fyrsti dysturin. Hann endaði 2-2, og tá áttu vit at havt vunnið fulla úrtøku. Tað gjørdu vit á útivølli ímóti Andorra. At tað ikki eydnaðist at vinna á heimavølli kunnu vit iðra okkum um. Nú kunnu vit siga, at vit vóru ikki klárir til kappingina, tá ið vit spældu tann dystin, men í kvøld fegnast vit um, at tað eydnaðist at vinna 10 stig og at vinna ímóti Hvítarusslandi bæði á útivølli og heimavølli, sigur Eyðun Klakstein.
Føroyar – Hvítarussland 1-0 (1-0)
1-0: Noah Mnenéy 36.
U-21 EM undankapping á Tórsvølli týsdagin 15. oktober 2024 kl. 17.00
Dómarabólkur úr Aserbadjan: Kamal Umudlu, Namik Huseynov, Vusal Mammadov og Tural Kurbanov (4. dómari)
Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson – Áki D. Samuelsen (Leivur Fossdal Guttesen, 56.), Emil Weihe Joensen (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 56.), Noah Mnenéy, Olaf Báðrarson (Beinir Nolsøe, 82.) – Jørgen Nielsen (Gutti Dahl-Olsen, 89.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóanes Eyðfinnson Davidsen, Jákup N. Vilhelmsen, Bergur J. Poulsen, Ejvind Restorff Mouritsen, Jens Erik Bruhn
Gult kort: Emil Weihe Joensen
Venjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen