

Hetta vikuskiftið var søguligt í Føroyum. Tí hetta vikuskiftið var nevniliga fyrstu ferð, at LGBT+ Føroyar hava verið vertur fyri árligu Nordic Pride, ráðstevnuna.
Tað er ein ráðstevna fyri pride-fyriskiparar í Norðurlondum. Hesa ferð vóru 51 fólk við og tey umboðaðu 18 ymisk pride tiltøk.
Hetta er samstundis fyrstu ferð, at LGBT+ Føroyar eru vertir fyri so nógvum LGBT+-felagsskapum.
– At Norðulandaráðharraráðið stuðlar ráðstevnuni er eisini eitt greitt tekin um, at hini Norðurlondini síggja týdningin av at varpa ljós á støðuna í Føroyum og stuðla arbeiðinum fyri javnrættindum til allar LGBT+'arar, sigur LGBT+ Føroyar í tíðindaskrivi.
Ráðstevnan varð í Norðurlandahúsinum og LGBT+ í Føroyum sigur, at eitt evni, sum var á skránni, var samanhaldið ímillum Norðurlond, og hvussu pride fyriskiparar í ymisku londunum kunnu læra av hvørjum øðrum.
Føroyar eru ímillum tey Norðurlond, sum eru komin stytst í arbeiðinum fyri javnrættindum og fyri at bøta um livikorini hjá LGBT+ fólkum.
Og av tí at ráðstevnan varð í Føroyum, varð serligur dentur lagdur á tey økini í Norðurlondum, har LGBT+ fólk framvegis ikki hava serliga góð rættindi.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, bjóðaðu ráðstevnuluttakurunum vælkomnum til Føroya og til Havnar.
Tær løgdu báðar dent á týdningin av arbeiðinum, sum pride-rørslurnar gera, og týdningin av, at Føroyar ikki bara eru við, men eisini eru vertir fyri slíkum ráðstevnum.
– Hetta er eitt sterkt signal um, at LGBT+ persónar í Føroyum ikki eru einsamallir í arbeiðinum fyri javnrættindum, men at vit hava stuðul úr øllum Norðurlondum, sigur LGBT+ Føroyar.