Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti eini sending av hakkaðum oksakjøti, sum er selt í FK í Miðvági mánadagin 6. mai.
Heilt ítøkiliga er talan um:
Coop Hakket oksekød 8-12%
Nettovekt: 600 gr
Best fyri: 10-12/5-2024.
EAN-strikukota 5700382774388
Orsøkin til ávaringina er, at salmonella kann vera í vøruni og tí kunnu fólk verða sjúk av at eta kjøtið.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at hetta ávísa hakkikjøtið er av enskum uppruna. Men ávarað verður eisini ímóti hakkikjøt av enskum uppruna, sum er malið 19. - 23. mars 2024, tí helst er tað eisini smittað við salmonellu og tað sama er galdandi fyri hakkikjøt, sum er malið 4.-5. mai.
Av trygdarávum afturkalla tey sostatt hakkað oksakjøt, sum er malið úr enskum kjøti í tíðarbilinum 12. mars til 6. maj.
Tey sum fáa salminella, kunnu fáa leyst lív, ilt í búkin, fepur, ilt í høvdið og kanska eisini kvalma so tey fara at spýggja. Ein kann vera sjúkur í fáar dagar ella upp til fleiri vikur. Tey, sum føla seg sjúk eftir at hava etið nevnd hakkikjøt, eiga at seta seg í samband við læknan.
Og tey, sum liggja inni við hesum hakkikjøtinum eiga at koyra tað í skrell ella at fara aftur handilin við tí, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.