Ongi úrslit

Hetta skulu vit ikki nerta við

Tá ið sparingar skulu setast í verk, verður ongantíð farið eftir umsitingini, tí tað er altíð niðri á gólvinum, at sparingar verða settar í verk

Áki Bertholdsen
12. mars kl. 15:30

Hetta er ein broyting, sum skal leggjast á hillina. Tað heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Landsstýrinum um at broyta bygnaðin í fólkaskúlan

Men tað eru ikki allir tinglimir í samgonguni, sum taka undir við øllum í uppskotinum.

Ein partur av uppskotinum er at sjeyndi flokkur skal flytast upp í hádeildina, og at tað bara skulu vera teir størru skúlarnir, sum skulu hava sjeynda flokk.

Tað tekur Jóannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og lærari, ikki undir við.

Hann sigur, at tað verður kanska ein fyrimunur fyri størri skúlar, men tað verðu eitt bakkkast fyri teir smættu skúlarnar.

Hetta ber nevniliga við sær, at 11 fólkaskúlar kring landið sum nú hava sjeynda flokk, fara at missa hann. Her er talan um skúlarnir í Haraldssundi, Nólsoy, Porkeri, Sumba, Viðareiði, Kvívík, Skála og Eiði. Talan er eisini um skúlan á Húsum og Syðradali, Skúlan á Fossánesi og Skúlan í Eysturkommunu, umframt Frískúlin Keldan.

– Taka vit skúlaárið 2024-2025 sum dømi, ganga tað 76 børn tilsamans í sjeynda flokki í hesum skúlunum og teir høvdu so flutt í ein størri skúla.

Jóhannis Joensen heldur, at hetta skal samgongan ikki at fara í holt við og hann væntar eisini, at tað fer at verða strikað.

Hann hevur varhugan av, at hetta er eitt sparitiltak, tí missur ein lítil skúli ein sjeynda flokk, verður brúk fyri færri lærarum, men í nógvum førum kunnu teir fara í ein verandi sjeynda flokk í einum størri skúla, uttan at tað er neyðugt seta fleiri lærarar.

Hann heldur, at politiski myndugleikun skal halda seg vekk frá tí, og skulu sparingar gerast, skulu tær gerast aðrastaðni, heldur hann

Hann sigur, at skúlin er til fyri børnini og er neyðugt við sparingum, skal tað ikki vera í skúlastovunum, men longur uppi í skipanini at sparast skal, nevniliga í umsitingini og í ráðgevingini, har øll eru, sum skulu fortelja, hvussu mann skal gera á gólvinum, sum hann tók til.

– Tá ið sparingar skulu setast í verk, er tað sjáldan, at farið verður eftir umsitingini, tí tað er altíð niðri á gólvinum at sparingarnar verða settar í verk.

Eru ongar sparingar at finna har, verður neyðugt at hækka játtanina, tí í sjálvum skúlastovunum mangla pengar, so har skal ikki sparast, sigur Jóannis Joensen.  

Skúlin er ein grundsúla undir samfelagnum, sum politikarar ikki kunnu skalta og valta við, sum teir vilja, sigur hann.

Tað eru eisini aðrir løgtingslimir, sum ikki taka undir við, at 7. flokkarnir skulu flytast í teir størri skúlarnar. Eitt nú er ført fram, at tað munnu vera nógv foreldur, sum halda, at tað er í so tíðliga at senda børnini av bygdini.

 

Mest lisið hesa vikuna

Deyður av vanlukku í Havn

6 tímar síðan

Eg vil við hesum koma við eini umbering

13. mars kl. 15:20

Hetta er so andstyggiligt, at tað sker í hjartað

12. mars kl. 10:00

Eg kenni meg noyddan at siga okkurt og taka samanum

Í gjár kl. 14:34

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

13. mars kl. 07:42