Etiska ráðið heitir nú á almennar myndugleikar um at tryggja, at øll fólk hava atgongd til talgildar pallar hjá tí almenna og hjá størri privatum fyritøkum.
Ráðið sigur, at metingar vísa, at tað eru ímillum 14 og 22 prosent av fólkinum í vesturheiminum, sum hava lesitrupulleikar, og í summum londum í Evropa er støðan munandi verri.
Og skal ein døma út frá PISA úrslitunum, liggja Føroyar helst nærri teimum londunum, har fleiri hava lesitrupulleikar, leggur Ráðið afturat.
Etiska Ráðið sigur at ein kanning hevur eisini staðfest, at føroysk børn lesa minni enn aðrastaðni og hetta bendir eisini á, at støðan er verri í Føroyum.
Fólk kunnu hava lesitrupulleikar tí tey eru orðblind, hava ADHD, eru sjónveik ella blind. Fólk kunnu eisini hava lesitrupulleikar tí tey hava summi sløg av menningartarni, ella tí at skúlagongdin ikki hevur verið nøktandi.
– Sama hvør orsøkin er, eigur tað almenna at tryggja, at øll fólk kunnu luttaka á jøvnum føti hvør við øðrum, sigur Etiska Ráðið.
– Hetta kann ein tryggja við at hava skipanir á øllum talgildum pallum, sum lesa upp fyri fólki, og við at tryggja at talgildu pallarnir liva upp til nýggjastu WCAG krøvini, sum merkir, at lesiforrit kunnu nýta pallarnar.
Og Etiska ráðið heldur, at hetta eigur at tryggjast við lóg.
Etiska ráðið hevur fyrr víst á í sambandi talgildu postskipanina; Mínboks, at ein átti at lógartryggja rættin hjá øllum til at kunna brúka hana
Tað vildu myndugleikarnir ikki, tí teir hildu, at tað var betri at smíða lóg um atkomu fyri allar borgarar til almennar heimasíður og appir.
Etiska ráðið er samt í hesi niðurstøðuni og leggur afturat, at lógin eisini átti at fevnt um tryggingar, bankar og aðrar stórar, privatar fyritøkur.
Talan er um ein so mikið stóran part av fólkinum, sum í veruleikanum ikki hevur atgongd til talgildar pallar, sum støðan er, og tí eiga myndugleikarnir at at lógartryggja hendan rættin. sigur Etiska Ráðið.
Tískil heitir Etiska ráðið á politisku skipanina at fara undir at lógartryggja atkomu á almennum og størri privatum talgildum pallum. Hetta eigur at gerast á ein slíkan hátt, at ein so við og við tryggjar, at nýggir talgildir pallar lúka nýggjastu WCAG krøvini.
Verða krøvini ikki dagførd so hvørt tøknin mennist, og nýggir talgildir møguleikar mennast, er vandi fyri, at eftir nøkur ár er ein aftur í somu støðu, sigur Etiska Ráðið.