Hetta kom ikki óvart á Sverra

OL í rógving: Føroyski røðarin heldur, at tað býr meiri í honum enn tað, sum hann megnaði í OL kappingini

Jóannes Hansen
1. august 2024 kl. 09:54

Føroyski Sverri Sandberg Nielsen er vónbrotin um, at tað í morgun ikki eydnaðist honum at vinna seg í finaluna í single skollara í olympisku leikunum í París. Men tað kom ikki óvart á hann, at hann í hálvfinaluni endaði á fjórða plássi.

-Hetta hevur ikki verið besta árið hjá mær, og so órógvaði tað eisini, at eg fram ímóti leikunum hevði pínu í rygginum. Eg havi sagt við hini á danska liðnum, at tað var møguleiki fyri, at tað fór at enda soleiðis, sum tað gjørdi, og tí kom hetta ikki so óvart á. Tá ið tað restaðu 500 metrar var eg framvegis á fjórða plássi. Tí gjørdi eg av at geva meg fult og heilt, og so mátti tað bera ella bresta. Tá ið tað vóru 150 metrar eftir á mál, var einki eftir, og so kunnu vit venda og snara tí, um hetta var rætta avgerðin, men soleiðis var hetta.

Hetta segði Sverri Sandberg Nielsen í samrøðu við TV2 stutt eftir róðurin. Tá ið hann varð spurdur, um hann nú fer at gevast, og um hetta er síðsta OL kappingin, sum hann er við í, svaraði hann soleiðis:

-Nú fari eg at takast við okkurt heilt annað enn at rógva. Eg dugi illa at ímynda mær, at eg aftur fari at vera við í OL kapping. Fyri trimum árum síðani gavst eg eftir leikirnar í Tokyo, men tá fekk eg hug aftur at royna meg. Eg gevist nú við einari kenslu av, at tað býr meiri í mær enn tað, sum eg havi avrikað her. Nú gevist eg, og so fáa vit at síggja, hvussu tað so verður, segði Sverri Sandberg Nielsen í samrøðu við danska TV2.