Hetta kennist at vera tað søtasta FM heitið

At tað eru so nógvir lokalir spælarar, sum vunnu føroyameistaraheitið ber við sær, at FM heitið kennist heilt stórt, er niðurstøðan í Sarpugerði

Jóannes Hansen
26. oktober 2024 kl. 19:18

Í dag varð punktum sett fyri ársins landskapping.

Tað var longu greitt, at Víkingur er FM vinnari, og at KÍ endaði á øðrum plássi og HB á triðja plássi.

Felags fyri øll hesi var, at tey vunnu í dag. KÍ vann 4-1 ímóti ÍF í Fuglafirði, og HB vann 4-1 við Margáir ímóti EB/Streymi.

NSÍ endaði á fjórða plássi, men í dag tapti NSÍ. B68 var illa kroyst, men tað eydnaðist toftamonnum at vinna grannauppgerðina 4-1 á útivølli. Hugburðurin var heilt øðrvísi hjá B68, enn hann var hjá NSÍ.

Í Runavík átti Tórður Thomsen í B68 málinum stóran leiklut, tá ið hann í fyrra hálvleiki tvær ferðir vísti dystaravgerandi bjargingar. 17 ára gamli Bartal Páll Klein skoraði hattrikk, og hann var harvið dystaravgerandi. Fyrr í ár hevur hann skorað trý mál í bestu landskappingini.

At Skála tapti 3-0 í Gundadali ímóti B36 ber við sær, at Skála flytur niður í næstbestu deildina saman við ÍF. Eftir fyrra hálvleik var tað málleyst í Gundadali, og Skála var framvegis í bestu deildini. So skoraði B36 í fyrsta minutti av seinna hálvleiki, og síðani misti Skála heilt endan.

Mohamd Samba skoraði tvey mál við Margáir, har HB vann 4-1 ímóti EB/Streymi.

Felags fyri B36 og HB var, at tað ráddi um ikki at oyðileggja fyritreytirnar undan steypafinaluni, sum verður um eina viku.

Hjá B36 var tað órógvandi, at Andrass Johansen, sum varð skiftur inn og skoraði eitt mál, noyddist av aftur vøllinum.

Hjá HB var Viljormur Davidsen í dag bæði leikbannaður og skaddur, og Samuel Johansen Chukwudi var ikki á listanum.

Í Fuglafirði var støðan 1-1, inntil tað restaðu fimm minuttir. So skoraði KÍ trý mál og vann 4-1. Páll A. Klettskarð skoraði eitt mál og endaði á máltindinum við 23 málum. Hann hevur nú skorað 205 mál í bestu landskappingini.

Í Sarpugerði í Norðragøu var tað FM og veitslurómur. 07 Vestur var gestur og fór vestur við 4-1 tapi. Í steðginum vóru gullliðið í 1. deild og greipuvinnararnir í U-17 deildini fagnað.

Eftir dystarlok fingu spælararnir gullkrónur og FM steypið.

Hetta var triðja ferðin, at Víkingur síðani stovnanina í 2008 vann meistaraheitið. Tey bæði fyrru FM heitini vórðu vunnin í 2016 og 2017. Í Víkingaleguni halda tey, at FM heitið í 2024 er nakað heilt serligt:

-Tað eru meiri pengar í fótbóltinum nú, enn tað hava verið, og seinastu árini hava fleiri útlendskir spælarar verið á liðunum, sum hava vunnið FM. Á liðnum hjá okkum í ár eru tað bara føroyingar, og nógv teir flestu eru uppvaksnir og búgva í okkara kommunu, og so eru nakrar aftrat av Skálafjørðinum. Tí kennist hesin sigurin so serliga søtur, og tað er rættiliga hugaligt, at tað í yngru deildunum eru fleiri, sum eru um at vera klárir at bjóða seg til í bestu deildini, vóru tað fleiri, sum høvdu á orði í góðveðrinum í Sarpugerði.

ÍF – KÍ 1-4 (0-1)

0-1: Páll A. Klettskarð

1-1: Símun Kalsø

1-2: Árni Frederiksberg

1-3: Kristoffer Ødemarsbakken

1-4: Dan í Soylu

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Símun Kalsø, Karl Løkin, Peter Ullum, Tonni Thomsen – Jóhann J. Højbro, Bogi Reinert-Petersen – Silas Gaard, Jákup Andrias Thomsen, Gundur E. Petersen – Uros Stojanov

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Børge Petersen, Claes Philip Kronberg – Hallur Hansson, René Shaki Joensen, Kristoffer Ødemarksbakken – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Joseph Michael Williams

 Víkingur – 07 Vestur 4-1 (0-0)

1-0: Aron Jarnskor Ellingsgaard 56.

2-0: Olaf Bárðarson 71.

3-0: Poul Kallsberg 75.

4-0: Jørgen Nielsen 82.

4-1: Kevin Egell-Johnsen 87.

Dómari: Rani A. Skaalum

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Finnur Justinussen, Jákup Johansen

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin-Egell-Johnsen, Dann Fróðason, Amer Ordagic, Jóannis á Steig – Jón í Horni Nielsen, Mikkel Elbæk Jakobsen, Janus Svabo Samuelsen, Julian Mouritsen, Filip Brattbakk – Emil G.Pedersen

 

NSÍ – B68 1-4 (0-2)

0-1: Jóhan Josephsen

0-2: Bartal Páll Klein

1-2: Búi Egilsson

1-3: Bartal Páll Klein

1-4: Bartal Páll Klein br

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

NSÍ: Kristian Joensen – Rasmus Plauborg, Mirza Mujcic, Lars Agardius – Jógvan Højgaard, Jasper Van Der Heyden, Beinir Nolsøe, Yassine El Quatki, Betuel Hansen, Pætur Hentze – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

Venjari: Jens C. Wedeborg

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Hjalti Strømsten – Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen – Karstin Clementsen, Bárður ò. Jensen, Jóhan Josephsen – Bartal Páll Klein

Venjari: Jákup á Borg

 

EB/Streymur – HB 1-4 (1-2)

0-1: Mohamed Samba

0-2: Mohamed Samba

1-2: Filip Djordjevic br

1-3: Jákup L. Thomsen

1-4: Mikkel Dahl

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinnson Davidsen – Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen – Bergur J. Poulsen, Emil Weihe Joensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Virgar Jónsson – Jóhann Hansson Joensen, Filip Djordjevic, Mattias Blårud

 HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Ási P. Dam, Ári Mohr Jónsson – Noah Mnenéy, Ejvind R. Mouritsen, Sammy Skytte – Mohamed Samba, Jákup L. Thomsen, Áki D. Samuelsen

 

B36 – Skála 3-0 (0-0)

1-0: Anton Søjberg 46.

2-0: Zean Peetz Dalügge 59.

3-0: Andrass Johansen 73.

Dómari: Dagfinn Forná

B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Thomas Rømo Lillo, Magnus Egilsson, Fabian Ness – Anton Søjberg, Mattias J. Hellisdal, Jógvan Kárason Gullfoss – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Bjarki C. Nielsen

Venjari: Magne Hoseth

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Kristian Martin Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Djóni Petersen – Emil Rosenberg, Karl Martin Johansen, Marjus Nón – Ragnar Skála, Maxwell Michael Effiom, Ervin Rasmussen

Venjari: Pauli Poulsen

Víkingur

27

24

1

2

79

14

73

27

22

1

4

58

24

67

HB

27

19

2

6

55

23

59

NSÍ

27

13

3

11

54

43

42

B36

27

11

8

8

56

42

41

07 Vestur

27

9

3

15

34

60

30

EB/Streymur

27

9

1

17

35

49

28

B68

27

5

6

16

23

48

21

Skála

27

5

5

17

27

57

20

ÍF

27

1

4

22

24

85

7