Hetta kann sjálvandi ikki góðtakast

Løgtingskvinna vil hava at vita, hvat samgongan fer at gera við børn og tey ungu, sum myndugleikarnir senda av landinum

Áki Bertholdsen
6. august 2024 kl. 09:40

Tað kann ikki góðtakast, at børn og ung verða send av landinum til Danmarkar tí at vit ikki fáa hjálpt teimum sjálvi.

Tað heldur Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Og tí hevur hon spurt øll trý landsstýrisfólkini, sum hava við børn og ung at gera, hvat ætlanin er at gera við tað.

Sostatt skulu landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, landsstýriskvinnan í almannamálum, Sirið Stenberg, og landsstýrismaðurin í barnamálum, Djóni Nolsøe Joensen, greiða frá, hvat tey ætla at gera við støðuna, og hvussu tey ætla at syrgja fyri, at vit fáa hjálpt teimum sjálvi her heima.

Hetta er eitt mál, hon hevur reist fleiri ferðir og nú sóknast hon aftur eftir at vita, hvussu samgongan ætlar at tryggja, at børn og ung ikki verða send av landinum, men at tey verða hjálpt her heima.

– Á hvørjum ári senda føroyskir myndugleika børn og ung send til Danmarkar á stovn tí at vit ikki hava nøktandi tilboð til tey í Føroyum, sigur Liljan Weihe.  

– Heldur enn at lofta teimum, og hjálpa teimum, í teirra heimliga umhvørvi, verða tey send til eitt fremmant land, við einum fremmandum máli og eini fremmandari mentan - langt burturi frá familju, næstringum og øllum tí, tey kenna, leggur hon afturat.

– Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast og má sjálvandi steðgast, staðfestir løgtingskvinnan fyri Tjóðveldi.

Hon sigur, at tað er eisini ringt at fáa at vita akkurát, at hvussu nógv børn og ung verða send av landinum, tí summi fara »sjálvboðið«. Í summum førum eru tað barnaverndirnar, sum senda tey til Danmarkar, og í uppaftur í øðrum førum er tað Almannaverkið.

– Sum skilst verða summi børn og ung send av landinum meira ella minni »sjálvboðið« á eftirskúla ella annan stovn, sigur Liljan Weihe. Somuleiðis ber tað eisini illa til at vita um kommununur eisini senda børn og ung av landinum.

Av tí sama er eisini trupult at lýsa, hvat skal gerast fyri at steðga hesum og gera sær eina meting av, hvussu nógv hetta kostar landinum í krónum og oyrum, sigur Liljan Weihe.