Hetta hevur verið av friðarligastu samdøgurðunum.
Kanska fær ein bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar
Áki Bertholdsen
21. oktober 2023 kl. 09:20
Hetta seinasta samdøgurið hevur verið av allar friðarligastu samdøgurðum. Tað sigur løgreglan í morgun.
Løgreglan var til staðar í náttarlívinum, men tað var lítið fólk í býnum í nátt, og tey sum vóru, vóru stak friðarlig. Onkur kom eitt sindur til ilnar, men tað varð ikki til meiri enn skeldarí og eitt sindur av skumparíið.
Løgreglan sigur, at kanska fær onkur bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar fyri hava verið ólátaður.
Løgreglan kannaði eisini ferðsluna og í tí sambandi vórðu fleiri bilar steðgaðir, men allir bilførararnir vóru edrúir