Hetta hevur Sølvi ilt við at fata

Hóast Víkingur fleiri ferðir svaraði aftur, so megnaði HB at vinna seg í steypafinaluna í Sarpugerði, har tað vóru trý reyð kort og tvey brotsspørk

Jóannes Hansen
23. august 2024 kl. 20:44

Víkingur er topplið í landskappingini og harvið favorittur at vinna FM. Í kvøld varð tað greitt, at Víkingur fer ikki at vinna greipuna. HB hevði 1-0 leiðslu frá fyrru hálvfinaluni í steypakappingini við sær í Sarpugerð, og í kvøld vann HB 4-3. Harvið er tað greitt, at tað vera B36 og HB, sum leygardagin 2. november fara at spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið, og HB hevur framvegis møguleika at vinna enn eina greipu.

-Hetta var undirhaldandi og dramatiskt, sum tað altíð er, tá ið vit spæla ímóti Víkingi. Men tá ið tikið verður samanum báðar hálvfinalurnar, so haldi eg, at tað er uppiborið, at vit vunnu okkum í finaluna, segði HB venjarin Adrolfo Sormani í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum.

Sølvi Vatnhamar skoraði í seinna hálvleiki tvey mál við tveimum brotsspørkum, og so var støðan 3-3 og samantalda støðan 4-3 til HB. Lítla løtu eftir, at Sølvi hevði javnað til 3-3, svaraði HB aftur, tá ið vongverjin í vinstru Ási P. Dam við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin í málið.

Víkingur spenti álopsbogan í botn, og tað vóru fleiri spentar støður í og kring HB brotsteigin, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at skora, og so vann HB 4-3 og samantalt 5-3.

HB hevur vunnið seg í finaluna við at vinna 3-2 í Klaksvík, 3-1 á útivølli ímóti EB/Streymi eftir longda leiktíð og so 1-0 á heimavølli og 4-3 á útivølli ímóti Víkingi.

Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi var vónbrotin:

-Fyrri hálvleikur var ikki góður hjá okkum. Tá var talan um nógv persónlig mistøk hjá okkum. Tað er bara ímóti Gent, at vit hava verið so óneyvir. Tí var tað uppiborið, at HB var á odda 2-1 eftir fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki spældu vit heilt væl, og í mínum eygum er tað ófatuligt, at úrslitið í seinna hálvleiki var 2-2, tí HB var ikki nógv meiri enn tvær ferðir í okkara brotsteigi eftir steðgin, segði Sølvi Vatnhamar við FM1 útvarpið.

Dramatikkurin var øgiligur í Sarpugerði. Arnbjørn Svensson og innskifti Jákup L. Thomsen sóu reytt, og í samanstoyti við Arnbjørn Svensson fekk Teitur M. Gestsson so mikið ógvusligan stoyt í høvdið, at hjástaddi læknin, sum er í leguni hjá Víkingi, helt tað vera mest ráðiligt, at HB málverjin fór av vøllinum.

Dysturin varð steðgaður í einar 10 minuttir, meðan HB málverjin í fyrstu atløgu varð leiddur av vøllinum, men so vendi hann aftur eftir at hann hevði skift úr tveimum troyggjum við blóði á.

Blóðið var øgiliga heitt og hýrurin upppískaður. Tað sást eitt nú í, at HB venjarin Adolfo Sormani rann yvir til beinkin hjá Víkingi at fegnast, tá ið HB skoraði.

HB staðfesti enn einaferð, at tað er steypaliðið yvir øllum hinum. HB var frammanfyri 1-0 við máli, sum Mikkel Dahl stútaði eftir innlegg frá sera væl upplagda Leivi Fossdal Guttesen. Olaf Bárðarson javnaði úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr høgru frá Ara Olsen, og dygst undan steðginum legði Hanus Sørensen aftur HB framum. Tað var við skoti eitt sindur úr høgru og í handara síðunetið, og aftur var tað Leivur Fossdal Guttesen, sum átti uppspælið, og gongdin var staðfesting av, at tað vóru stórir trupulleikar í verjupartinum hjá Víkingi í vinstru.

Alt sá út til at vera avgjørt, tá ið Mikkel Dahl úr heilt stuttari fjarstøðu og eftir innlegg úr høgru tíðliga í seinna hálvleiki økti um munin til 3-1 og samantalt 4-1. Men soleiðis varð tað ikki:

Víkingur vann tvey brotsspørk, sum Sølvi Vatnhamar umsetti til 2-3 og 3-3 og so var aftur eitt mál á muni í samantalda roknskapinum.

So var tað, at vongverjin í vinstru hjá HB Ási P. Dam skoraði við rimmarskoti, og hóast Víkingur royndi, so vísti HB í teimum tíggju minuttunum, sum vóru lagdir aftrat, hugburðin og styrkina, sum felagið er kent fyri at eiga í steypakappingini.

HB er í steypafinaluni, og FM favorittarnir í Víkingi hava í kvøld latið fýra mál fara ígjøgnum á heimavølli. Tað hava teir ongantíð áður, síðani felagið varð stovnað í 2008.

 

 

Víkingur – HB 3-4 (1-2)

0-1: Mikkel Dahl

1-1: Olaf Bárðarson

1-2: Hanus Sørensen

1-3: Mikkel Dahl

2-3: Sølvi Vatnhamar br

3-3: Sølvi Vatnhamar br

3-4: Ási P. Dam

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bargur Gregeren – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi – Poul Kallsberg, Sølvi Vatnhamar, Olaf Bárðarson – Finnur Justinussen

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Hanus Sørensen, Ejvind R. Mouritsen, Sammy Skytte – Leivur F. Guttesnen, Mikkel Dahl, Emmanuel Duah