Eingin ólavsøka uttan siðbundnu ólavsøkurenningina hjá Bragdinum. Og í ár er 27. juli ein leygardag og tá liggur væl fyri at renna við hjá teimum flestu.
Tey í Bragdinum siga, at runnið verður niðri á skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt.
– Fólk úr øllum heraðshornum plaga at vera við og hjá fleiri er hetta byrjanin til ólavsøkuna, siga tey.
Teinurin hjá teimum vaksnu at renna, er fimm kilometrar, og tað er ein teinur, tey kunnu viðmæla ungum, sum eldri, vandum og minni vandum.
Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað.
Børnini renna styttri teinar enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 kilometrar. Børnini byrja at renna klokkan 18 og tey vaksnu renna ein hálvan tíma seinni, klokkan 18.30, ella tá børnini eru komin á mál.
– Heiðursmerkini hjá børnunum verða handað vso hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi, siga tey í Bragdinum.
– Vit í bragdinum gleða okkum altíð til ólavsøkurenningina, tí hetta er startskotið til ólavsøkuna, siga tey.
Men tey gera vart við, at fyri at vera við, er tað neyðugt at melda til frammanundan.