Hetta fer bara at draga verkfallið út

Samgongan setir revolvaran fyri pannuna á fakfeløgunum og tað fer at gera komandi samráðinga r ógvuliga truplar

Aki Bertholdsen
2. november 2023 kl. 09:15

 – Hetta fer bara at gera, at verkfallið verður drúgvari enn tað annars hevði verið.

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í starvsfelagnum.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava skjótt verið í verkfalli í fimm vikur og nú fyrrapartin er Løgtingið kallað saman til at gera ein enda á tí, ella í hvussu so er at avmarkað verkfallið.

Tað hendir eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava tikið tey allarflestu undantøkini aftur frá klokkan 16 í dag at rokna og leiðslan fyri Sjúkrahúsverkið hevur gjørt greitt, at nú kunnu tey ikki longur taka ábyrgdina fyri lívi og heilsu hjá sjúklingum.

Løgmaður gjørdi eisini greitt, at tað skuldi ikki henda, at lív og heilsa verður sett í vanda og tí er Løgtingið kallað saman í dag at viðgera støðuna.

Fólk vit hava tosað við, siga, at endamáli er at fáa Løgtingið at samtykkja, at tey undantøk, sum hava verið givin, skulu halda fram.

Fakfeløg hava altíð verið harðliga ímóti politiskari uppílegging í trætur á arbeiðsmarknaðinum, og tað eru tey eisini hesa ferð.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og talsmaður fyri fakfelagssamstarviðm sigur, at tey fara at viðgera støðuna, bæði í Starvsfelagnum og í Fakfelagssamstarvinum. Og tá ið tann viðgerðin ikki hevur verið, dugir hann ikki at siga, hvat aftursvarið verður.

Men hann ivast ikki í, at nú Løgtingið ætlar at trekkja tenninar úr Sjúkrarøktarfrøðingunum við at avmarka verkfallið, verður úrslitið bara, at tað fer at draga nógv longri út.

Hann heldur eisini, at hetta fer at gera komandi samráðingar nógv truplari enn neyðugt, tí nú føla fakfeløgini seg hótt.

– Skulu fakfeløgini undir samráðingunum við einum revolvara fyri pannuna, sigur tað seg sjálvt, at tað verður trupult at samráðast, leggur hann afturat.