Hetta fer at krevja sín mann og sína kvinnu

Ein av heimsins harðastu kappingum verður nú í Føroyum

Áki Berholden
8. august 2023 kl. 11:30

Í næstu viku verður harðasta kapping í heiminum eisini í Føroyum.

Tað verður Perlan í Tórsgøtu í Havn, sum verður høvuðssæti fyri kappingina, NIAR – Faroe Islands 2023, sum er ein heilt serstakliga krevjandi treystiskapping, sum er partur av Adventure Racing World Series.

Henda treystiskapping er ein tann mest avbjóðandi kappingin í í heiminum í menniskjaligum treysti, sálarstyrki og førleikum, sigur Tórshavnar Býráð í tíðindaskrivi.

Í kappingini fara lið við fýra íðkarum, monnum og kvinnum, at kappast uttan íhald, nátt og dag, fyri at berja seg gjøgnum teinar á upp til 500 - 1000 kilometrar. Hvør teinur er ein serstøk ferð um fjøll og firðir, har íðkarar skulu súkkla, renna, rógva og síga.

Liðini mugu finna vegin fram í føroysku náttúruni við korti og kumpas. Stríðið stendur ikki einans ímillum liðini, men líka nógv við ógvusliga møði, svøvnloysi og skiftandi veður. 

Og gevst ein á liðnum, verður alt liðið strikað úr kappingini og bara at koma á mál er í sær sjálvum ein stórur sigur.

Kappingin verður í Føroyum frá 13-19 august, har íðkararnir skulu súkkla 250 kilometrar á fjallasúkklu, skulu ganga 160 kilometrar og rógva 80 kilometrar. Kappast verður í Streymoy, Vágum, Eysturoy, Kunoy, Borðoy og í Viðoyð.

Við í kappindini eru 27 lið úr 12 ymiskum londum. Vinnaratíðin verður mett at fara at liggja um hálvtfjórða samdøgur, men so skal veðrið vera gott.

Evstamark fyri at koma á mál er á miðdegi leygardagin 19. august, ella góð seks samdøgur eftir at kappingin byrjaði. 

Meðan kappingin er verður høvuðssætið í Perluni í Tórsgøtu, har tað ber til hjá almenninginum at støkka inn á gólvið at vita hvussu tað gongur hjá teimum,sum eru við.

Kappingin verður skotin í gongd á Vaglinum í Havn sunnudagin klokkan níggju og tað verður á Vaglinum. Tey vóna at síggja nógv fólk á Vaglinum tíðliga sunnudagin, tá kappingin verður skotin ígongd og í Perluni.