Hetta eru stórtíðindi til øll børn í Føroyum. Tað sigur KvF í eini fr áboðan í morgun. Í morgum hevur KvF nevniliga fingið eina app, bara ið føroyskum barnatilfari
Tað er VIT- appin er nú tøk, bæði til iPhone og Android. KvF sigur, at tað er nógv tilfar á nýggju appini.
Fyri bara at nevna nøkur dømi, kunnu børnini hugna sær við Grísa Peppu, Mouk og øðrum útlendskum røðum við føroyskari talu – ella føroyskum tilfari sum Sakin, Látiløtan og Angela og Hannibal.
Tað er bara sjónvarpstilfar, sum er í appini, men tær mongu útvarpsrøðirnar til børn eru framvegis á heimasíðuni og í poddvarpsappum.
Tilfarið í appini er bólkað soleiðis, at tað er lætt at finna runt í henni. Eisini minnist appin, hvørjum tú hevur hugt at seinast. Yndisrøðir liggja ovast, so tú kanst hyggja víðari, tá tú letur upp eina aðru ferð.
Tað hevur stóran týdning at vit nú kunnu gera tað lættari at fáa fatur á barnatilfari, sigur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri, í tíðindaskrivi í morgun.
– Vit liva í eini tíð, har útlendska tilfarið, og enska málið, vinnur alt meira fram og troðkar tað føroyska til viks. Tí er tað so umráðandi, at børn og ung skulu kunna kenna seg aftur í einum føroyskum veruleika, sigur hann.
Kringvarpið keypir javnan útlendskar barnarøðir og -filmar, og somuleiðis ger stovnurin sjálvur so nógv, sum arbeiðsorkaer til, siga tey.
Ætlanin er, at tilfarið javnan verður skift út, so børnini hava okkurt at gleða seg til. Talan kann bæði vera um nýggjar útlendskar røðir, sum eru týddar til føroyskt, og um tilfar hjá Kringvarpinum - bæði nýggja og eldri, sigur Kringvarpið.