Hetta eru góð tíðindi í Vágum

Janus Svabo Samuelsen hevur skrivað undir uppá, at hann fer at halda fram í 07 Vestur

Jóannes Hansen
14. januar 2024 kl. 18:24

Tað hevur ljóðað, at møguleiki var fyri, at lyklaspælarin á miðvøllinum hjá 07 Vestur Janus Svabo Samuelsen fór at skifta felag. Í hvussu so er hevur hann vant í Runavík.

Í dag kunnger 07 Vestur, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður við Janus Svabo Samuelsen.

07 Vestur skrivar soleiðis:

Janus er vorðin ein sera umráðandi leikari hjá 07 Vestur. Janus hevur góðan bóltførleika og sera gott hugflog á vøllinum. Ikki minst hevur hann royndirnar, so hann kann vísa okkara ungu spælarum á veg.

Janus byrjaði longu í 2014 í vaksnamannafótbólti. Hann hevur spælt 99 dystir í bestu deildini fyri 07 vestur. Hann var 2 ár í útlegd í 2019 og 2020, har hann spældi við AB og Skála. Síðani vendi hann heim aftur og hevur verið okkum ein fongur síðani.

Vit gleðast um fleiri løtur á vøllinum saman við Janusi, skrivar 07 Vestur í dag.