Hetta eru góð tíðindi í Sundalagnum

Filip Djordjevic hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við EB/Streym

Jóannes Hansen
25. januar 2024 kl. 17:31

Síðani kappingarlok síðsta heyst hevur tað gingið skeiva vegin hjá EB/Streymi. Hetta skal skiljast soleiðis, at tað eru fleiri spælarar, sum vóru við í fjør, men sum nú hava bundið seg at spæla í øðrum feløgum.

Tí er tað hugaligt hjá EB/Streymi í dag at boða frá, at ein av lyklaspælarunum í fjør nú hevur skrivað undir uppá, at hann eisini í 2024 fer at spæla við EB/Streymi.

Felagið boðar í dag frá, at Filip Djordjevic eisini í 2024 fer at umboða EB/Streym.

EB/Streymur skrivar soleiðis:
-Við Filipi hava vit fingið ein sera royndan offensivan leikara við sera góðum dygdum. Hann hevur, hóast hann einans er 29 ára gamal, leikt heili 370 dystir og skotið 51 mál í betrideildini.
Vit eru sera glað fyri, at Filip Djordjevic hevur valt at halda fram í felagnum. Filip hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála og verður hetta nú hansara triðja kappingarár í EB/Streymi.
Vit gleða okkum at síggja teg á vøllinum, skrivar EB/Streymur.

Í gjár visti felagið at siga, at Arnbjørn T. Hansen fer at halda fram sum hjálparvenjari hjá Sigfríða S. Clementsen, og at Niels Pauli Danielsen eisini verður hjálparvenjari, samstundis sum hann fer at spæla.

Mynd: EB/Streymur