-Nú koma heilt stór avrik sum perlur á snóri. Hetta var heilt fantastiskt. Tað er púra burturvið at hugsa, at vit hava vunnið stig ímóti Norra, sum verður roknað at hava møguleika at enda á heiðursmerkjaplássi, sigur føroyski venjarin við Kringvarp Føroya, og hann heldur fram:
-Avrikið var framúr gott allar 60 minuttirnar. Teir fóru ongantíð frá okkum, og í løtum lúrdi møguleikin fyri, at vit fóru at vinna dystin. Eg havi ikki orð fyri tí, sum okkara menn avrikaðu, tí Norra spældi fyri lívinum alla tíðina.
-Hóast teir vóru frammanfyri við trimum, tá ið tveir minuttir vóru eftir sá tað svart út. Men tað eydnaðist at svara aftur, og tá ið hann hevði bríkslað fyri brotskasti, hevði eg møguleika at anda inn í lítla løtu, áðrenn bólturin varð settur í netið. Hetta er tað størsta, sum eg yvirhøvur havi upplivað, og áskoðararnir hjálptu heilt framúr og gjørdu, at tað eydnaðist okkum at svara aftur, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu í samrøðu við KvF.
Í løtuni verður tað tosað um, um javnleikurin ímóti Norra í EM endaspæli í kvøld er størri føroyskt liðavrik enn 1-0 sigurin í EM dystinum í Landskrona ímóti Eysturríki fyri næstan 34 árum síðani.