Hetta er syrgiligt og kann ikki takast í álvara

Ímeðan Løgtingið hevur samtykt at lækka ríkisveitingina, ganga tveir føroyskir jólamenn á Fólkatingi og tvingsilsfóðra okkum við pengum

Erling Eidesgaard og floksfelagin, Annika Olsen
Áki Bertholdsen
18. desember 2023 kl. 15:15

Danska ríkisveitingin til Føroya er sum ein hundalortur á føroysku fíggjarlógini, tí tá ið tú hevur fingið hann upp undir skógvarnar, er hann sera ringur at fáa hann burtur aftur.

So skaldsliga lýsti Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi donsku ríkisveitingina til Føroyar  - og hann sigur, at tað er orsøkin til, at samgongan hevur samtykt at lækka ríkisveitingina 100 milliónir í hesum valskeiðnum.

Samstundis hevur Sambandsflokkurin nú skotið upp at hækka ríkisveitingina aftur.

– Hetta er eitt syrgiligt uppskot, sum ikki kann takast í álvara, heldur Erling Eidesgaard. Hann vísir á, at okkara búskapur er vaksin skjótari enn tann danski búskapurin, og í Føroyum er bruttotjóðarúrtøkan størri fyri hvønn føroying enn hon er í Danmark fyri hvønn dana.

Tí heldur hann, at vit skulu ikki taka ímóti olmussu frá donskum vaskikonum, sum tjena minni enn ein miðal føroyingur.

­– Tað er ikki gott fyri føroyska samfelagið og tað er ikki gott fyri føroysku fólkasálina, heldur løgtingsmaðurin.

Men hann undrast á, at samstundis sum politiski myndugleikin í Føroyum vil lækka ríkisveitingina, ganga tveir føroyskir jólamenn á fólkatingi og tvingsilsfóðra okkum við donskum pengum, sum hann tók til.

Hann sipar til arbeiðið hjá føroysku fólkatingslimunum, sum gera nógv burtur úr at útvega pengar til ymisk endamál í Føroyum.

– Koma pengarnir ikki á fíggjarlógini, koma teir kortini í kortini ígjøgnum bakdyrnar, sigur Erling EIdesgaard.

At tvingsilsfóðra okkum við donskum pengum sum eina aðra franska foie-gras gás, er at seta kílar í føroyska samfelagið, heldur hann.

– Hetta eru pengar, vit ikki hava brúk fyri og vit skulu sleppa okkum av við teir, tí hetta eru skitnir pengar. Hetta er sum ein hundalortur, ið tú fær upp undir skógvarnar, tað er ringt at fáa hann undan aftur. Hetta er sleikisneisin, pedofil býta út og hetta eru pengar, tú fært fyri at selja ommu tína.

Men hann heldur, at orsøkin til hesa peningainnpræningina er, at panikkur er í danskarum, tí teir síggja, at vit eru við at vinna frælsi.

Erling Eidesgaard heldur, at nú skal Føroya Løgting reisa seg og nokta fyri at taka ímóti donskum pengum, har tað eisini bindur Løgtingið til at játta eina ávísa upphædd.