Hetta er stórur dagur í Tjørnuvík

Í dag hava teir verið í Stakkinum, haðani teir eru komnir aftur við øllum seks veðrunum, sum vórðu sleptir fyrr í ár. Uppboðssølan verður um eina løtu

Myndir: Eyðstein Zachariasen
Jóannes Hansen
21. september 2024 kl. 15:51

Tað er stórur dagur í Tjørnuvík og tjørnuvíkingum í dag. Í dag er serligi Stakkadagurin.

Ein av teimum, sum í dag er í Tjørnuvík, og sum var við í Stakkinum, er Eyðstein Zachariasen í Streymnesi.

Hann greiðir soleiðis frá :

Í morgun møtti fjallfólkið í Tjørnuvík kl. 07:30. Leiðin út í Stakkin gekk av tí allar besta, og veðrið var sera gott. Seks veðrar vórðu sleptir út í Stakkin í ár, og allir komu yvir um sundið aftur við rennistronginum.

Tveir veðrar eru flettir, og báðir vigaðu 77 pund. Fýra verða seldir livandi á uppboðssølu uttanfyri bygdarhúsið kl. 17.00.

Upplivingin man fær, tá man vitjar hesa serstøku bygd, við hesi serstøku mentan, kann ikki lýsast við orðum, men má upplivast. Av tí sama er hon ein perfekt sloyfa fyri vitjandi á mentanarvikuni í Sunda kommunu, hóast nøkur fá tiltøk eru eftir á skránni í morgin. Hetta er av sonnum mentan

Viðmerkjast kann, at yngsta barnið á túrinum var bert trý ára gamal, sostatt verða børn úr bygdini upplærd við hesi mentan, greiðir Eyðstein Zachariasen frá.